Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftursvar til Høgna Hoydal um barnaískoytið

Í lesarabrævið á vp.fo, tann 10. mai 2015, skrivar Høgni Hoydal m.a: "Undir fyrstu viðgerð av uppskotinum fríggjadagin 8. mai 2015, førdi Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, fram, at uppskotið fór at gera mun á fólki – alt eftir, um tey høvdu arbeiði ella ikki. Ella um tey vóru stakir uppihaldarar ella ikki. Ella um tey vóru fólk í ymsum støðum við ymsum veitingum, fríplássum til dagsstovn o.s.fr."

Eg havi einki av hasum sagt, og kann tað váttast, tí at alt orðaskiftið verður nokk lagt út á logting.fo seinni í dag. 

Eg gjørdi tvær viðmerkingar innan fyri eitt minutt í orðaskiftinum um barnaískoytið, og segði nøkunlunda tað sama báðu ferð, og var hetta júst tað sama, sum eg førdi fram í lesarabrævinum leygardagin.

Í stuttum gekk tað út uppá, at uppskotið hjá andstøðuni ikki er nóg gjøgnumarbeitt, tí at tað kann hava við sær, at ein stakur uppihaldari við 2 børnum, kann koma út fyri at hava eini 4.000 kr. minni eftir, um viðkomandi t.d. fer 4.000 kr. upp í løn. Tað er ikki rætt ella gevur onga meining, at hon skal hava minni eftir við at fara upp í løn, men grundin er, at hon harvið bæði kann koma at missa frípláss og barnaískoytið.

Høgni Hoydal førir somuleiðis fram í lesarabrævinum, at hann rættaði meg í tinginum, og at eg álíkavæl skrivaði hetta til miðlarnir. Hetta er rætt, sum hann sigur. Men eg havi eftirkannað tað, sum eg skrivaði við serkøn á økinum, og tey siga, at tað er púra rætt, sum eg greiði frá.

Lat meg gera greitt, at eg eri samdur við teimum, sum siga, at tað eru nógv, sum treingja til hjálp í Føroyum, og at vit eiga at hjálpa hesum sum skjótast.

Vit eru so nógv, sum hava heitt á Anniku Olsen um at koma við einum uppskoti til Ólavsøku, og tað seti eg mítt álit á, at hon megnar. Eg vóni, at hetta uppskotið, sum aðalráð hennara kemur at skriva, verður betri gjøgnumarbeitt enn verandi uppskot.

Vónandi hevur tað størri týdning fyri Høgna Hoydal at vit hjálpa teimum treingjandi sum best, heldur enn um tað júst er hansara uppskot, sum verður samtykt.

Reimund Langgaard
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin