Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áheitan á fakfeløg og álitisfólk

Eldramálið heitir á álitisumboð og fakfeløg um at gera sína ávirkan galdandi og vísa á, at sparingarnar nú ganga útyvir bæði røktina av teimum eldru og heilsuna hjá starvsfólkunum

Tíðindaskriv

Avleiðingarnar av sparingunum í eldrarøktini raka alt eldraøkið og ikki bert ávísar stovnar.

Eldramálið heitir nú á øll álitisumboð og fakfeløg í eldrarøktini um at gera vart við seg, tí talan er um - eftir hvat Eldramálið hevur frætt - at sáttmálabrot verður framt á fleiri stovnum kring landið, og at tað bendir á, at álitisumboðini og fakfeløgini í flestu førum als ikki hava gjørt vart við hetta.

Sum Eldramálið fyrr hevur víst á, so gongur hetta ikki bara útyvir røktina innan eldraøkið, men eisini heilsuna hjá starvsfólkunum. Tí heitir felagið á øll álitisumboð og fakfeløg um at taka sína uppgávu í álvara.