Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áheitan á politikarar

Háttvirdu politikarar, bæði tit, sum eru nú, og tit, sum koma aftan á løgtingsvalið! 

Eg fari at heita á tykkum at hugsa um eina lóg, sum var fyri nøkrum árum síðani, ið segði, at ein pensjónistur kundi fáa eitt lán til umvælingar av sínum gomlu húsum – tað veri seg til tak, vindeygu og bjálving ella annað – men ikki kundu gjalda tað sjálvi. Tey kundu fáa eitt avdráttarfrítt lán, sum hvørki renta ella avdráttur skuldi gjaldast av. Tað skuldi bíða, til viðkomandi avhendaði húsini.

Eg hugsi ikki um tey, sum hava ráð at gera tað sjálvi, men tey, sum ikki hava ráð. Til dømis ein einkja ella einkjumaður, sum hevur eitt tak, ið lekur, ella tað kann vera okkurt annað. Ein slíkur pensjónistur kann vera illa staddur, um hann ikki hevur ráð at fáa tað gjørt.

Sjálvur havi eg eingi hús, men tað eru tey, sum hava henda trupulleika.

Við hávirðing

Bjarni Hansen
Blikksmiður
Runavík