Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áheitan frá Heimi & Skúla: Avlýs landsroyndirnar 2014

Soljóðandi áheitan er í dag send Mentamálaráðnum frá Heimi & Skúla:

Á aðalfundinum hjá Heimi & Skúla 3. mai vóru landsroyndirnar 2014 til umrøðu. Fólk vóru samd um, at tað er sera ørkymlandi fyri næmingarnar, at teir fyri aðru ferð í sama skúlarári skulu til landsroynd. Tað er longu farin sera nógv tíð av skúlaárinum við fyrireikingum til talgildar royndir. Skulu næmingarnir nú til annað slag av roynd, fer uttan iva aftur fitt av tíð við at fyrireika seg til hetta. Hetta metti aðalfundurin als ikki vera forsvarligt.

Heim & Skúli heitir tí á avvarðandi myndugleikar, Mentamálaráðið og skúlaleiðslurnar, at avlýsa royndirnar 2014 orsakað av serligu støðuni, sum er íkomin, nú talgildu royndirnar ikki kundu fremjast sum ætlað.

Tað er eingin ivi um, at tá avgerð er tikin um at brúka eina felags landsroynd sum amboð at eftirmeta og góðskutryggja fólkaskúlan, so er best, at amboðið verður nýtt á hvørjum ári. Felagið metir eisini, at tað er eitt rætt stig at taka at fara undir talgildar royndir. Men skulu næmingarnir fara upp til talgildar royndir er minsta krav, at næmingar eru vanir og tryggir við tøknina og at skipanin virkar sum hon skal, so skúlaárið verður órógvað minst møguligt. Hetta hevur ikki verið støðan í ár.

Mentamálaráðið hevur staðfest, at landsroyndin 2014 verður ikki talgild. Arbeitt verður fram ímóti, at landsroyndirnar 2015 verða talgildar. Heim & Skúli metir tað ikki vera ráðiligt at brúka meira dýrabara tíð hjá næmingum og lærarum til royndir í ár, serliga ikki til eina pappírsútgávu, sum avgerð er tikin um at fara frá. Felagið mælir ístaðin myndugleikunum til at brúka tíðina, sum hevði farið til at rætta uppgávurnar manuelt, til fyrireikingar av talgildum landsroyndum 2015.

Vit vita, at tað eru nógv fólk kring landið, sum við støði í ætlaðu royndunum 2014, hava viðmerkingar, atfinningar og uppskot til ymiskar tillagingar, bæði tøkniliga og innihaldsliga. Felagið vónar, at Mentamálaráðið tekur hesi hugskot og ráð til sín, og brúkar ta vitan, sum er úti á skúlunum til at tryggja, at skiftið til talgildar royndir virkar til fulnar í 2015.

Vegna nevndina

Annika Sølvará