Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhugaverd bókaframløga fríggjadagin á Fróðskaparsetrinum

Bókarframløga verður fríggjadagin 10. mai kl. 15 á Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncksgøta 25.

Har fer norski søguprofessarin Øystein Rian at leggja fram greinasavnið: “Trúbótin - ein vanlukka fyri Noregs ríki - men brellbiti fyri danska kongin.”

Øystein er professor emeritus í søgu við universitetið í Oslo viðvíkjandi tíðarskeiðinum 1535-1814, tey síðstu 278 árini, Føroyar vóru ein partur av Noregs ríki. Øystein Rian er høgt í metum millum søgumenn í Norðurlondum.

Jon S. Hansen er søgulesandi á setrinum og hevur serliga granskað trúbótina í Føroyum. Líggjas í Bø hevur týtt greinirnar eftir Øystein Rian, mum hevur givið tilsøgn um at svara spurningum.

Tróndur Patursson hevur gjørt kápumyndina.

Vinaliga

Forlagið Stiðin