Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhugaverd ráðstevna um, tá nissja verður mega

Norrønt Atlantssamstarv, NORA, skipar í vikuni fyri ráðstevnu undir heitinum Når nisje blir mega. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á lokal tiltøk við møguleika fyri at draga vitjandi at sær, og eisini á flytfør altjóða tiltøk, sum eisini kunnu haldast í NORA-økinum. Dømi um hesi tiltøk eru nýggi bindifestivalurin í Fuglafirði og heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki, sum varð hildið í Tórshavn fyrr í ár. 

Ráðstevnan fevnir um tveir dagar. Fyrri dagurin hevur eina meira yvirskipaða skrá, sum er býtt í trý evni. Det vi gjør, har íblástur verður givin frá staðbundnum tiltøkum, Betydningen det kan ha, um samfelagsvirði av tiltøkunum, og Det, vi kan hente, um altjóða tiltøk, sum kunnu verða hildin her.

Seinni dagurin verður hildin úti í Nólsoy. Hesin dagurin er meira ítøkiligur við verkstovum og kjaki, har til ber at seta spurningar og koma meira í dýpdina við evnunum.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá NORA: http://www.nora.fo/fo/information/nyheder/nyhed/naar-nisje-blir-mega-konferanseprogram/