Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhugaverd veljarakanning

Nú hevur veljarakanning verið, og hetta er frálíkt undirhald. 

Tað, sum spurt verður um, er hvat ið viðkomandi hevði atkvøtt, um val hevði verið í dag. Val er ikki í dag, og tí eru allar veljarakanningar óálítandi.

Men fjølmiðlarnir hava tørv á tilfari, og hetta kemur væl við í so máta. Tá valið er farið afturum, er tað eingin sum spyr eftir hvussu tað bar til, at kanningin ikki var røtt!

Sjálvur havi eg skipað fyri fleiri veljarakanningum, og veit tí hvussu óálítandi tær kunnu vera. Ringsta dømi var tá kannast skuldi hvussu fór at ganga á býráðsvalinum í Tórshavn 1972. Spurt var dagin fyri valið, og skuldi tí ikki verið stórur møguleiki fyri at skifta støðu til dagin eftir. Men eg var skeptiskur, tí kanningin vísti at ein ávísur flokkur fekk seks býráðslimir. Úrslitið varð tí ikki almannakunngjørt, og gott var tað, tí á valinum dagin eftir fekk hesin sami flokkur við neyð og deyð tveir býráðslimir. Her kundu vit sanna, at ein dagur kann vera long tíð í politikki.

Fólkatingsvalinum viðvíkjandi kann uttanflokkalistin vera væl nøgdur við at fáa undirtøku í kanningini. Hetta vísir, at boðskapurin um, at vit hava skyldu til at krevja okkara rætt, hevur djúpar røtur í fólki okkara. Tí er øll orsøk at minnast tað, sum Sverri kongur segði: Alvæl ræður Harrin happi!

Zakarias Wang