Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands

Kanningin vísir, at føroyskir sjúklingar siga seg sum heild verða nøgdar við viðgerðargongdina í útlandinum, hóast tað eru átrokandi trupulleikar, ið krevja broytingar. Til dømis vísir kanningin, at fjórði hvør sjúklingur ikki hevur álit á føroyska sjúkrahúsverkinum.

Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands
 
Í farnu viku hevði Fríði Jensen áhugaverda framløgu fyri Krabbameinsfelagnum, um verkætlan, ið hann, Marie Lundby Spanggård og Sophie Amalie Lykke Poulsen hava gjørt. Verkætlanin er um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað, at fáa viðgerð uttanlands.  
 
Hetta er fyrstu ferð, at so víðfevnd kanning er gjørd, har 478 fólk við ymiskum sjúkum hava svarað, eisini fólk við krabbameini.
 
Kanningin vísir, at føroyskir sjúklingar siga seg sum heild verða nøgdar við viðgerðargongdina í útlandinum, hóast tað eru átrokandi trupulleikar, ið krevja broytingar. Til dømis vísir kanningin, at fjórði hvør sjúklingur ikki hevur álit á føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað tykist serliga at vera grundað á metingina av tí klinisku dygdini í Føroyum, ov langari bíðitíð, at tey ikki kenna seg tikin í álvara og at tey alt ov seint verða send av landinum í viðgerð. Sjúklingarnir fílast á, at kunningin ikki er nóg góð, at samskiftið millum heilsustarvsfólk í Føroyum og í útlandinum ikki er nøktandi, og at tað eru trupulleikar við at deila journal millum londini. Hetta hevur við sær, at fleiri sjúklingar kenna tað soleiðis, at tey sjálvi partvís noyðast at taka ábyrgd fyri viðgerðini, og av tí sama eru ótrygg og ikki nøgd við viðgerðina, tey fáa. Kanningin staðfesti eisini, at føroyskir sjúklingar eru væl nøgdir við sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn.
 
Krabbameinsfelagið fegnast um kanningina, ið eisini vísir, hvussu týðandi tað er at seta í verk fleiri av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009, sum ikki eru sett í verk enn. Millum annað er tað týdningarmikið, at tað verða settir sjúklingasamskiparar í sjúkrahúsverkinum, sum skulu samskipa sjúklingagongdina hjá hvørjum einstøkum sjúklingi; at tað verða gjørdar heildartilgongdir fyri tey einstøku krabbameinssløgini, sum taka hædd fyri serligu føroysku viðurskiftunum og at tað við lóg verður ásett viðgerðartrygd fyri krabbameinssjúklingar, sum ásetir mest loyvdu bíðitíð til útgreinan og viðgerð.
 
Verkætlanini fekk fíggjarligan stuðul frá Sjúkrakassagrunninum, sum søkt varð um umvegis Krabbameinsfelagið. Framløgan kann síggjast her: http://www.krabbamein.fo/Files/Billeder/Nýggj%20heimasíða/Tíðindi/FOsjuklingarprezi.pdf
 
Á myndini eru Fríði Jensen og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.