Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aksel sær ljósið!

Nú hevur formaðurin í føroyska Javnaðarflokkinum greitt frá hvat hann heldur um ta donsku stjórnarskránna.

Hann viðurkennir, at henda stjórnarskrá er galdandi í Føroyum. Tað er so einki loyndarmál, tí hon er á fyrsta sinni tinglýst í Føroyum í tíðarskeiðinum frá november 1849 til mars 1850, og broytingarnar eru eisini tinglýstar her á landi.

Samstundis sigur hann, at tað eru ásetingar í stjórnarskránni, sum ikki eru galdandi fyri okkum. Hesum hevur hann eisini rætt í, men tað sum vantar í frágreiðing hansara er hví so er. Hann vísir til ymsar danskar rættarlærdar, sum hava skrivað um hesi viðurskifti, men tíverri hava teir ikki viljað greitt frá, hvør atvoldin er til, at ymsar ásetingar í hesi stjórnarskrá ikki eru galdandi her, og tí kann heldur ikki Aksel útgreina hví so er.

Hetta er annars sera einfalt.

Okkara samstarv við Danmørk stavar frá bjørgvinarsáttmálanum frá 29. august 1450, sum ásetur, at ríki okkara er saman við Danmørk í uttanríkispolitikki, men annars stýrir hvørt ríki sínum egnu viðurskiftum.

Í 1662 samtyktu vit á løgtingi, at kongur okkara ótálmaður skuldi sleppa at gera lógir í ríkinum. Við hesi heimild lýsti kongur í 1850 donsku stjórnarskránna sum eina vanliga lóg í Føroyum. Hon er tí galdandi í tann mun hon er í samsvari við okkara støðu sum partur av einum ríki sum er javnbjóðis við Danmørk. Í aðramáta er hon ikki galdandi.

Hetta veit danska stjórnin. Hon veit tí eisini, at av tí at kongsins lýsing av stjórnarskránni er gjørd við tí heimild, sum vit sjálvi hava givið kongi at gera lógir her á landi, kunnu vit samtykkja, at kongsins heimild bert skal vera útint her við okkara vilja.

Vit kunnu tí nær sum helst samtykkja, at danska stjórnarskráin ikki er galdandi í Føroyum yvirhøvur. Vit eru tí ikki undir stjórnarskránni, men hon er undir okkum!

Av tí at vit hava hesa heimild, kunnu vit eisini gera tað, sum Aksel nú tilmælir: At boða frá, at partar av tí, danir siga vera galdandi stjórnarskrá, ikki eru galdandi fyri okkum. Hetta noyðist danska stjórnin at taka til eftirtektar, av tí at hon sjálv er gingin undir sáttmálan frá 1450, sum gevur okkum eins stórt vald her sum danska stjórnin hevur í Danmørk.

Zakarias Wang