Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aldan aftaná Ekstra Bladet

Í einari stuttari dagføring til alt, sum m.a. er komið fram aftaná avdúkingina og konfrontatiónina við pápan í Ekstra Bladet, sigur Ann-Mari Berg:

EB hevur ikki lagt alt út enn, ið bleiv tikið upp á Føroya ferðini – langt frá. T.d. konfrontatiónin við mín eksmann, sum arbeiðir í fyritøkuni hjá pápa mínum í Havn, og er limur í Brøðrasamkomuni frá seinast í 90 ´unum. Ein sonur, sum er krenkaður av mínum eks-manni konfronteraði pápa sín har. Eg sjálv spurdi mín eks-mann, hví hann lat leka út, at eg leyg alt um, at eg var misbrúkt av pápa mínum.

Eg segði honum í upptøkunum hjá EB, at eg helt tað vera løgið, at hann hevði skift frágreiðingar, og uppfatan, tá ið hann sjálvur hevði úttala seg til mín, og til sálarfrøðing í 97/98, at hann eisini verið fyri seksuellum ágangi av pápa mínum. Hetta kom á eitt filmklipp, har journalisturin eisini vísti honum skjøl frá psykologúttalilsum, har eks hevði givið frágreiðing.

Tað, sum eg haldi er so út av lagi her er, at menn, sum fremja ágang í móti børnum, og í aðrar mátar eru djúpt kriminellir, kunnu bjarga sær og verða ”friðaðir” hjá øllum mynduleikum, rættarsskipanum, ja, alla staðni í Føroyum, um teir lata seg “frelsa” og koma við í bólkin hjá “elitini”, her meini eg, hjá nøkrum høgt virdum innan brøðrasamkomuna, sum havda makt í Landinum.

Heldur ikki kann eg lata vera við, at undra meg stórliga yvir t.d. KVF, Rás 2, ella hvat alt tað eitur har heima. Tey bjóða td. leiðara á Zarepta, at úttala seg viðv. Tí, sum EB kom við beint fyri jól. Leiðarin sigur m.a. frá reglum á Zarepta, sum beinlæeiðis ger meg til lygnara. Føroyski journalisturin kontaktar ikki meg, og biður um viðmerkingar.

Eisini hevur KVF, boðið barnaverndini í Havn, til at greiða frá teirra reglum og mannagongdum. Tað var sjálvur málsviðgerðin í okkara familjumálum, sum var boðin av KVF.

Øll siga frá teirra reglum, lógum osfrv., sum ljóðar so gott. MEN, ongin spyr tey, sum hava verið í gjøgnum hesar skipanir, um hesar reglur og lógir verða hildnar.

Aja, tað tykist mær, sum flestu miðlar og stovnar, vilja leggja lok á, so tøgnin skal valda áfram.

Ann-Mari Berg