Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aleqa Hammond á ársfundin hjá Framsókn

leygardagin 7. Mai kl. 10:00 í Østrøm

Saman við Poul Michelsen, formanni í Framsókn og landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, fara tey bæði at lýsa avbjóðingar og sjónarmið út frá ávikavíst grønlendskum og føroyskum sjónarhorni.

Aleqa Hammond er fyrrverandi forkvinna í siumut og núverandi fólkatingslimur fyri Grønland. Aleqa Hammond ber orð fyri at vera bersøgin og fer vónandi við greiðari talu at siga okkum frá um Grønlendskar avbjóðingar við ríkisfelagsskapinum.

Ein donsk embætismannafrágreiðing, ið kom fram í vikuni, staðfestir at Danmark hevur egin áhugamál at røkja í m.a. Aktis uttan mun til at Føroyar og Grønland eisini hava egin uttanríkispolitisk áhugamál.

KvF skrivaði soleiðis týsdagin:
“Danmark og Føroyar hava hvør síni áhugamál í uttanríkismálum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. Taksøe frágreiðingin, sum helst verður grundarlagið undir donskum uttanríkispolitikki næstu árini, er niðurgerandi fyri Føroyar. So bersøgin er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen.

- Føroyar og Danmark hava hvør síni áhugamál, og tí ber ikki til at tosa um EIN uttanríkispolitikki fyri alt ríkið, sigur hann.”

Ársfundurin verður í sunnaru høll í Østrøm. Inngongd gjøgnum handilin og úr Sigmundargøtu. Til ber at tekna seg sum lim í Framsókn á fundinum

Skrá fyri ársfundin:
10:00 Vælkomin til aðalfund í Framsókn. Val av fundarstjóra og –skrivara
10:15 Frágreiðing frá farna ári. Poul Michelsen formaður
10:45 Kaffisteðgur
11.00        Nevndarval, val av grannskoðara, áseting av limagjaldi, innkomin mál 
                og ymiskt
11:15 Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini
11:25 Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini
11:35 Bjarni K. Petersen, varatinglimur og formaður fyri Framsøkin Ung

11:45 Steðgur og ábit

13:00 Avjóðingar í ríkisfelagsskapinum
13:05 Aleqa Hammond, Siumut, fólkatingslimur
                Grønland og ríkisfelagsskapurin

Spurningar/kjak
13:30 Poul Michelsen, Framsókn
Føroyar og ríkisfelagsskapurin
Spurningar/kjak