Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álíkning, frádráttur í A-inntøkuni, gevur rest ella avlopsskatt

Viðmerking til landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Tíðindaskriv frá Felagnum Peningastovnar:

Peningastovnarnir hava ikki ábyrgdina av, at fólk fáa eina skattarokning, eftir at tey hava fingið avlopsskatt. Peningastovnarnir taka tí frástøðu frá tí, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum førir fram í sambandi við, at fólk hava fingið skattarokning.

Peningastovnarnir hava frá fyrsta degi gjørt sítt ítarsta fyri at tryggja, at nýggja skipanin við skatting av inngjaldi av pensjónum skal virka eftir ætlan.

Peningastovnarnir hava gjørt sítt til, at nýggja skipanin virkar í praksis. Taks hevur hinvegin fulla ábyrgd av øllum skattaøkinum. Peningastovnarnir hava einki við skattin at gera fyri uttan at afturhalda skattin í sambandi við lønarflytingar v.m..Peningastovnarnir eru bert avrokningarstað og hava tískil verið noyddir til at broyta stóran part av KT-skipanini í mun til eftirløn uppá ein mánað. Eitt sera stutt tíðarskeið frá ultimo desember 2011 til medio januar 2012.

Peningastovnarnir ávaraðu frammanundan um, at tað ikki var ráðiligt at byrja uppá nýggju eftirlønarskipanina fyrr enn í fyrsta lagið 23/29. januar. TAKS og Fíggjarmálaráðið afturvístu hesum.

Peningastovnarnir hava gjørt tað, sum teir skuldu í samsvar við ynskir frá TAKS. Tí er uppgávan hjá peningastovnunum langt síðani liðug.

Tí er tað skeivt, tá landsstýrismaðurin í útvarpstíðindunum mánakvøldið 18. mars førir fram at, “teir (les: peningastovnarnir) søgdu, at teir ikki kundu krevja hendan skattin inn, men vit vita, at at teir krevja rentuskatt av hesum konti. Tað er eingin trupulleiki.” Starvsfólk í peningastovnunum arbeiddu sera hart fyri, at skipanin skuldi vera klár til nýggja verðuleikan 1. januar 2012.

Við hesi orðing gevur landsstýrismaðurin peningastovnunum ábyrgina fyri, at ávísir persónar hava fingið eykað skattarokning. Hetta er sjálvsagt burturvið, og tí er tað óskiljandi, at peningastovnarnir fáa slíkar ákærur sum tøkk.

Hartil skal sigast, at tað ikki verður ført fram, hvat tað er fyri skattur, landsstýrismaðurin meinar við. Peningastovnarnir ganga bert út frá, at skattarokningin skyldast egið inngjald, sum ikki er skattað við inngjald men seinni regulerað. Tá verður støðan tann, at við árslok verður borgarin álíknaður ein skatt av egnum eftirlønarinngjøldum, men samstundis verður givin ein frádráttur í A-inntøkuni, sum vil geva eina rest ella ein avlopsskatt.

Hendan trupulleika hava TAKS og Fíggjarmálaráðið verið vitandi um frá fyrsta degi. Felagið Peningastovnar skal tískil gera vart við, at hetta ikki er ein trupulleiki, ið peningastovnarnir hava ábyrgdina av, men hetta er eitt mál, ið Fíggjarmálaráðið og Taks hava fulla ábyrgd av.

Felagið Peningastovnar