Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit um mentanarsøgulig skip handað landsstýrismanninum

TÍÐINDASKRIV: Álit um eina verndar- og stuðulsskipan fyri mentanarsøgulig skip varð í dag handað landsstýrismanninum í mentamálum, Birni Kalsø.

Siglandi mentanararvurin - tey varðveitingarverdu skipini - hava trupul kor í Føroyum. Vit hava átt fleiri skipasløg, sum nú eru horvin úr Føroyum, og tørvur hevur tí verið á at kanna, hvat kann gerast, fyri at vit ikki missa henda týdningarmikla part av mentanararvi okkara av hondum. Sum fiskivinnutjóð umboða skipini eisini ein týðandi part av vinnusøgu okkara.

Í heyst hevur ein nevnd arbeitt við at orða eitt álit við uppskoti til eina skipan, sum kann veita stuðul til tey skip, ið verða mett at hava mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar. Umboð fyri felagið Føroysk Træseglskip og einstaklingar, ið fáast við varðveitingarverd skip, hava saman við umboðum frá Søvnum Landsins og Mentamálaráðnum skrivað álitið, ið varð handað landsstýrismanninum á tíðindafundi í Mentamálaráðnum.

Í álitinum verður mælt til:

- at ein skipan, sum kann stuðla varðveiting av siglingarførum skipum, ið hava mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, verður grundað í eini løgtingslóg um mentanarsøgulig skip

- at landsstýrismaðurin í mentamálum við heimild í nevndu lóg ger kunngerð um umsiting av eini verndar- og stuðulsskipan fyri mentanarsøgulig skip

- at stuðulsskipanin verður sundurgreinað í eina skipan, har søkjast kann um stuðul til umvælingarverkætlanir, og eina skipan, har søkjast kann um stuðul til ávísar rakstrarútreiðslur

“Tit, ið hava varðveitingarverdu skipini um hendi, eiga stóra takk fyri, at tit vilja brúka ein stóran part av tykkara frítíð til at hava hesi skipini siglandi.

Skipini er eitt prýði fyri Føroyar og til gleði fyri okkum øll – og ikki minst til gagns fyri okkara unga ættarlið, sum fær høvi at síggja og uppliva vøkru skipini.

Uttan sjálvbodnu kreftirnar, vóru hesi mentanar¬søguligu skip helst ikki í Føroyum,” segði Bjørn Kalsø, landsstýrimaður í mentamálum, millum annað á tíðindafundinum.

Hesi mannaðu nevndina, ið hevur skrivað álitið um verndar- og stuðulsskipan fyri mentanarsøgulig skip:

Guðmundur K. Jacobsen (Johanna)

Jógvan Ravnsfjall (Nólsoyar Páll)

Tummas í Garði (Amadeus)

Kári í Garði (Dúgvan)

Hans Eli Hansen (Dragin)

Jens Marius Poulsen (Westward Ho)

Armgarð Weihe, Mentamálaráðið

Andras Mortensen, formaður í nevndini, Søvn Landsins

Álitið er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum undir ”Mentan – Útgávur - Álit.”