Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit um vantandi innlit hjá Runavíkar kommunu vegna summarfrí

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at ein borgari ikki fekk innlit í eitt mál hjá Runavíkar kommunu, tí eitt ávíst starvsfólk var í summarfrí.

Innlitsumbønin varð heldur ikki avgreidd, tá starvsfólkið kom aftur úr summarfrí.

Umboðsmaðurin helt hetta vera alt annað enn nøktandi, og gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri hetta. Samstundis heitti umboðsmaðurin á kommununa um at skipa arbeiðið soleiðis, at fyrisitingin virkar á fullgóðan. Álitið kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f14-00074+anonymt+alit.pdf