Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit viðvíkjandi klagu um innlit í upplýsingar útvegaðir til gerð av hagtølum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Vørn sýtti eini umbøn um innlit í upplýsingar um avreiðingarprísir.

Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Vørn. Vørn sýtti innlitsumbønini við teirri grundgeving, at upplýsingarnar vóru fingnar til vega við tí endamáli at gera almenn hagtøl, og at tær tí ikki vóru fevndar av rættinum til innlit, jbr. § 10, nr. 5 í innlitslógini.

Umboðsmaðurin tók undir við grundgevingini og staðfesti, at greið lógarheimild var fyri at innsavna upplýsingarnar til gerð av hagtølum, at Vørn ikki nýtti upplýsingarnar í fyrisitingarliga virksemi sínum, og at ætlanin var at almannakunngera hagtølini.

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til avgerðina hjá Vørn um ikki at lata meirinnlit í upplýsingarnar. Álitið kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2fAnonym+alit+14-00006.pdf