Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit viðvíkjandi klagu um noktað innlit í skjal í gerðarrættarmáli móti ES

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um avgerðina hjá løgmansskrivstovuni at nokta innlit í eitt ítøkiligt skjal í málinum viðvíkjandi WTO gerðarrættarmáli móti ES.

Umboðsmaðurin metti ikki, at § 13, stk. 1, nr. 2, í innlitslógini kundi nýtast sum grundgeving fyri at nokta innlit, tí talan var um eitt skjal, sum endurgav eitt samskifti millum myndugleikar innan fyri ríkisfelagsskapin.

Harafturímóti kundi umboðsmaðurin taka undir við grundgevingini um, at talan var um eitt innanhýsis skjal, men helt ikki, at tað var nøktandi, at Løgmansskrivstovan ikki hevði mett um, hvørt skjalið innihelt upplýsingar, ið innlit átti at verða givið í sambært § 11 í innlitslógini. Umboðsmaðurin heitti á Løgmansskrivstovuna um at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta, hvørja niðurstøðu hon kom til í hesum sambandi.

Kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f14-00051-15+Anonymt+alit+WTO.pdf