Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit viðvíkjandi klagu um talgildar lønarseðlar

Eftir at hava fingið tríggjar klagur um tað sama, hevur umboðsmaðurin viðgjørt, hvørja heimild Gjaldstovan hevur til bara at senda lønarseðlar í Mínboks.

Umboðsmaðurin metti tað vera ivasamt, um skattalógin yvirhøvur heimilar Gjaldstovuni at senda lønarseðlar talgilt, og helt, at hesin ivi átti at verið greiddur við eini lógarbroyting.

Umboðsmaðurin vísti á, at tað krevur serstaka heimild at krevja, at ein borgari skal samskifta talgilt við almennar myndugleikar, og tí kann Gjaldstovan ikki krevja, at løntakari skal skráseta seg í Mínboks fyri at móttaka lønarseðilin. Harumframt gjørdi umboðsmaðurin vart við, at tørvur er á yvirskipaðum lóggávutiltøkum, um krevjast skal, at almennir løntakarar skráseta seg í Mínboks ella aðrari skipan, sum fevnir um samskifti við allar myndugleikar og privat virki, sum eru ella verða skrásett í skipanini.

Umboðsmaðurin dugdi ikki at síggja, at málið hevði fingið nakra løgfrøðiliga viðgerð og heitti á Fíggjarmálaráðið um at taka málið til viðgerðar. Nýggja mannagongdin reisti m.a. spurningin um skráseting av persónstali uttan samtykki, og umboðsmaðurin sendi í hesum sambandi Dátueftirlitinum eitt eintak av álitinum.

Samsvarandi § 12 í umboðsmanslógini varð álitið eisini sent Løgtinginum og landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Álitið kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2fanonymt+alit+14-00048-1.pdf