Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álitið á politikarar er lágt millum manna

Nýggj áhugaverd álitiskanning av 16 stovnum og myndugleikum er gjørd av Fróðskaparsetrinum - ein kanning um fólksligan hugburð til myndugleikar, vísindi og serfrøði í breiðum týdningi. Eisini snýr kanningin seg um miðlanýtslu hjá fólki, og hvussu stórt álitið er á ymisku fjølmiðlunum.

Tað er áhugavert, at toppskorararnir innan álit eru politiið og dómstólarnir. Ávikavist 87% og 83% hava álit á hesum myndugleikum. Tað er merkisvert, at hetta eru myndugleikar, ið framvegis ikki eru yvirtiknir av heimastýrinum. Kanska er tað júst tí, at hesir kunnu halda seg uttanfyri partapolitiskum og lokalum kegli, at álitið á teir er so stórt.

Gaman í royna tjóðveldisfólk at sáa mistreysti um hesar myndugleikar, men sum heild gera teir eitt gott og ópartískt arbeiði til frama fyri Føroya land.

Eisini fólkakirkjan klárar seg sera væl, og hetta er at gleðast um. 79% hava álit á fólkakirkjuni. Eg sá, at onkur í farnu viku sóknaðist eftir størri politiskari uppíblanding frá fólkakirkjuni, men tað er neyvan ein gongd leið.

Fólkakirkjan skal vera fevnandi og ikki partapolitisk.

Tað hevur týdning fyri kristindómin, at fólk eru samd um tað mesta á átrúnaðarliga økinum. Eins og politi og dómsvald tryggja yvirskipaðu trygdar- og rættarkensluna, er fólkakirkjan ein avgerandi mentanarberi í føroyska samfelagnum. Hon ber bæði trúgv og kristnar siðvenjur út í hvønn krók í landinum og fær okkum at kenna okkum sum eina felags kristna tjóð.

Nógv umtala hevur verið um álitið á ymsu fjølmiðlarnar, og har t.d. KVF í álitiskanningini hevur rímuliga stórt álit millum fólk, meðan álitið á fleiri aðrar miðlar er lágt.

Verri stendur til við bankunum. Einans 43% hava álit á teimum, og tað kann hava nakað at gera við nógva kjakið um negativar rentur, avgreiðslugjøld o.s.fr. at gera. Sum heild eru bankarnir tó helst ov grammir, og tað kundi tænt teimum at sýnt meira samfelagssinni.

Politiska skipanin dumpar
Í hinum vánaliga endanum eru vit politikarar. Einans 26% hava álit á okkum.

Hetta er sum vera man eitt meðaltal, men undir øllum umstøðum er tað hugstoytt, at tey fólk, ið fyri einans tveimum árum síðani vórðu vald á ting og í landsins stýri, skapa so lítið álit millum manna.

Politikkur er sjálvandi eyðkendur av kegli og ósemjum. Føroyskur politikkur er serliga klandursligur, og heldur enn at royna at spjaða ein góðan boðskap, royna vit politikarar ofta at tveita runu eftir mótstøðufólkunum.

Hugsi, at fólk troyttast av slíkum, hóast tað gaman í eisini kann vera undirhaldandi.

Tó sýnist sum, at álitið er nakað frægari á sjálvt løgtingið sum myndugleika enn á politikararnar - 45%. Hetta er løgið, tí hetta átti at verði tvær síður av somu søk. Løgtingið er jú í stóran mun tey fólkavaldu, ið mynda tað.

Ella eru tað kanska ávís landsstýrisfólk, ið eru nógv í miðlunum og draga álitið niður?

Hetta kundu granskararnir á Fróðskaparsetrinum kanska spurt um.

Men sum heild er einki at rafla um. Vit áttu at arbeitt móti eini meira semjusøkjandi politiskari skipan, ið megnar at finna haldgóðar loysnir. Tað hevði fingið politikarar meira  upp á talufót við hvønn annan, og hevði eisini økt um álit veljarans á politikarnar.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin