Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allar hvalvágir eiga at lúka somu treytir

Løgtingið samtykti í gjár, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um fyribilsgóðkenning av hvalvágum.

”Øll eiga at vera líka fyri lógini.” Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni ein fyrispurning um hvalvágir. Helgi Abrahamsen vísir á, at krøvini til nýggjar hvalvágir eru munandi strangari, enn tey eru fyri gamlar hvalvágir.

Sum dømi nevnir hann Funningsfjørð, sum er gomul hvalvág og Skálafjørð, sum liggur fáar kilometrar frá Funningsfirði, men sum ikki fær góðkenning sum hvalvág. ”Orsøkin sigst vera, at kloakkviðurskiftini eru ikki komin í rættlag í Skálafirði,” sigur Helgi Abrahamsen, sum tó vísir á, at kloakkviðurskiftini í Skálafirði eru einki verri enn tey eru í Funningsfirði. ”Tað er ikki har, ið munurin liggur. Munurin er harafturímóti, at krøvini eru strangari, tá tú skalt hava eina nýggja góðkenning, enn tey eru fyri at varðveita eina gamla góðkenning,” sigur hann.

Hevur roynt fyrr

Helgi Abrahamsen hevur fyrr sett ein fyrispyrning í løgtinginum um hvalvágir, men síðani hann setti tann fyrispurningin hevur hann fingið at vita, at nakrar hvalvágir hava fingið fyribilsgóðkenning, hóast tær ikki lúka somu treytirnar, sum eru orsøk til, at Skálafjørður ikki fær sína góðkenning. Helgi Abrahamsen vísir á, at í Skálafirði verður arbeitt við eini ítøkiligari ætlan um at fáa kloakkviðurskiftini uppá pláss, men honum vitandi eru ongar ítøkiligar ætlanir fyri kloakkviðurskiftini í teimum bygdunum, sum hava fingið fyribilsgóðkenning, og eisini ivast hann í, um tað var ein treyt fyri at fáa fyribilsgóðkenningina, at viðurskiftini skuldu verða komin uppá pláss innan ávísa tíð. Hann vil tí hava at vita, hvørji krøv skulu lúkast, fyri at ein fjørður kann verða fyribilsgóðkendur sum hvalvág, og um hesar góðkenningar eru tíðaravmarkaðar? Eisini vil hann hava at vita, um fyribilsgóðkendar hvalvágir skulu lúka ávís umhvørviskrøv innan ásetta tíð, og um landsstýrið ætlar at veita fleiri fyribilsgóðkenningar av hvalvágum? 

Eisini galdandi fyri virkir

”At krøv verða sett til kloakkviðurskiftini, er væl skiljandi, men tað sum kann undrað viðvíkjandi øllum umhvørviskrøvum her á landi, er, at somu krøv verða ikki sett øllum. Til dømis verða strong umhvørviskrøv sett nýggjum fyritøkum og virkjum, sum verða sett á stovn, meðan fyritøkum og virkjum, sum vóru til, áðrenn umhvørvislógin varð sett í gildi, nýtist ikki at lúka somu krøv.”

Helgi Abrahamsen heldur, at um nakar eigur at fáa fyribilsgóðkenning, so eru tað tey, sum arbeiða við eini ætlan um at fáa viðurskiftini í rættlag, og eina tílíka ætlan hevur Runavíkar kommuna fyri Skálafjørð. Løgtingsmaðurin leggur tó dent á, at fyrispurningurin verður ikki settur, fyri at spenna bein fyri teimum, sum hava fingið fyribilsgóðkenning, men at neyðugt er at undirstrika, at øll eiga at vera líka stillað fyri lógini.