Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allar upplýsingar á netinum um eitt akfar

Munnligur fyrispurningurfrá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni til Hendrik Old landstýrismann í samferðslumálum.

Um innlit viðvíkjandi akførum

Spurningar
Kann landstýrismaðurin upplýsa, hví tað ikki ber til í Føroyum eins og í grannalondum okkara, at fáa allar upplýsingar á netinum um eitt akfar, við at upplýsa skrásetingarnummarið.

Nær fer landstýrismaðurin at taka stig til, at føroyskir bileigarar og onnur áhugaði fáa atgongd til hesa tænastu.

Viðmerkingar
Í Danmark er gjørligt at fáa kunning um øll donsk akfør á www.nummerplade.net

Í Føroyum er tað bert bilasølan, ið umboðar ávísa slagi av bilum, sum við skrásetingarnummarinum hevur atgongd til allar upplýsingar um akfarið.

Skal bileigari keypa eykalutir her heima ella uttanlands, er tað nógv truplari og møguleikin fyri feilkeypi størri, enn um øll vitanin um akfarið lá á alnótini, við atgongd gjøgnum skrásetingina. 

Spurningurin bleiv svaraður 19. februar 2015 av Jóhan Dahl, táverandi landstýrismanni við málsøkinum. Hann upplýsti, at tað var onki sum forðaði fyri at fáa upplýst skrokknummar á bilinum, við at upplýsa skrásetingarnummarið, sum bilurin hevur.

Segði seg hava tikið stig til, at føroyskar bilasølur, bilverkstøð, eykalutaumboð o.l. kunnu fáa upplýsingar um skrokknummar á bilinum, við at upplýsa skrásetingarnummar og á tann hátt fáa atgongd til teknisku viðurskiftini viðvíkjandi bilinum.

Mær kunnugt er einki hent í málinum, tí verður spurningurin endurtikin.