Allir tryggingartakarar í TF hava atgongd til aðalfundin
hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna, sum verður fríggjadagin 4. apríl kl. 17 á Hotel Hafnia, men tú mást boða frá hesum skrivliga í seinasta lagi mánadagin 31. mars
Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur ársaðalfund á Hotel Hafnia fríggjadagin 4. apríl kl. 17. Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagi Føroyar hava atgongd til aðalfundin, men tú mást skrivliga boða frá luttøku í seinasta lagi 5 dagar frammanundan til høvuðsskrivstovuna.
Tú hevur talurætt, men ikki atkvøðurætt. Hetta tekur umboðsráðið sær av.
Á fundinum koma 3 broytingaruppskot til viðtøkurnar til atkvøðugreiðslu:
1. at gera tað lættari at luttaka á aðalfundi
2. um val av fundarstjóra og
3. áseting viðvíkjandi avlopi ella halli
Tú kanst boða frá luttøku við at
• fara inn á heimasíðuna tf.fo, velja aðalfundur og melda teg til ársaðalfundin
• senda mail til tf@trygging.fo
• senda fax til 345601
• ella senda skriv
men hetta má verða gjørt innan mánadagin 31. mars.
Johan Petersen, umboðsráðslimur