Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn kjakcafé undir heitinum Fólkaræði frá vøggu til Føroya

Almenn kjakcafé undir heitinum "Fólkaræði frá vøggu til Føroya" verður í Spaniastovu í Klaksvík, hósdagin 20. mars kl. 19:00.

Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hava framløgur og lagt verður upp til kjak.

Gunnar Nolsøe er orðstýrari.

Fundurin er eitt lið í eini røð av upplýsandi átøkum um, hvat fólkaræði merkir, og hvussu tað virkar í gerandisdegnum.

Tað eru ungmannafeløg, áhugafeløg og fakfeløg, sum skipa fyri.

Øll eru vælkomin