Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn starvsfólk og lønarútgjaldingar

Skrivligur  fyrispurningur nr. 44/2015 eftir tingskipanini § 52a til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um alment starvsfólk kring landið, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

Spurningurin er soljóðandi:


1.    Hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða kring landið, uppgjørt eftir sama myndli, í hvørjari av sýslunum? 

 

2.    2. Hvussu stór er almenna lønarútgjaldingin, býtt eftir sama myndli, í hvørjari sýslu sær? Svar


Til spurning 1 og spurning 2:


Talt er upp í hvørjari sýslu sær.


Rættiliga neyvt er talt upp, hvussu nógv alment lønt størv eru eru hjá landinum í 2015, talt upp í ársverkum, og hvussu stórar lønarútgjaldingarnar hava verið, tilsamans 1,75 mia. fyri 4.442 ársverk. Talt er eftir, hvar arbeiðsgevarin býr.


Hjá kommununum vita vit ikki starvsfólkatalið, men bara lønarútgjaldingarnar. Ikki eru allir roknskapirnir komnir inn, men tað, sum vantar, fer ikki at broyta myndina stórvegis. Har, sum økið er í tveimum sýslum, hava vit býtt helvt um helvt (Sunda komm. og VEKS).


Eisini er sett í talvuna fólkatalið ultimo desember 2015 í einstøku sýslunum.


Býtið var hetta:

 

 

Sýsla

Ársverk

hjá

landinum

Lønarútgjaldingar

í kr. hjá

landinum í 2015

Lønarútgjaldingar hjá

kommununum

Lønarútgjaldingar

tilsamans

Fólk í

Sýsluni

Steymoyar

3.192

1.269.986.290

555.561.915

1.825.548.205

23.309

Suðuroyar

414

158.779.268

106.031.951

264.811.219

4.582

Norðoya

355

140.881.790

131.960.143

272.841.933

5.934

Eysturoyar

340

128.615.992

265.071.651

393.687.643

10.930

Vága

113

42.479.311

69.307.679

111.786.990

3.102

Sandoyar

28

10.006.214

24.713.853

34.720.067

1.265

Í alt

4.442

1.750.748.865

1.152.647.191

2.903.396.056

49.122


 Fíggjarmálaráðið 3. mai 2016

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna