Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennu fakfeløgini fylgja privata arbeiðsmarknaðinum

Gongd er av álvara komin á sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum í 2020, har tað er eydnast at gera fleiri trý-ára sáttmálar við almennu fakfeløgini, ið liggja á sama støði, sum á privata arbeiðsmarknaðinum

Koronafarsóttin hevur órógvað 2020, og hon hevur eisini órógvað sáttmálasamráðingarnar. Men hóast truplar umstøður og eitt tríggjar vikur langt verkfall, er eydnast at gera semju um eina røð av sáttmálum. Semjurnar, sum eru gjørdar í 2020, eftir at korona støðan kom í, fylgja sama leisti, ið var avtalaður við Lærarafelagið.

Avtalan við Føroya Lærarafelag var ein trý-ára sáttmáli, har lønirnar hækka 2,56% 1. oktober 2019, 2,05% 1. januar 2021, og 1,25% tann 1. oktober 2021.

"- Fakfeløgini hava víst stóran vilja at finna semjur og tað hevur stóran týdning í hesum truplu tíðum við koronu. Privati arbeiðsmarknaðurin er altíð skjótur at meta um og leggja lønarstøðið í truplum broytingartíðum, men tað er gott at kunna staðfesta, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum taka undir við hesum," sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum.
Eitt sindur er eftir á mál

Tríggir sáttmálar, sum gingu út í 2019, eru enn at finna semju um. Samráðst hevur verið eina tíð við Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, og har ganga samráðingarnar væl, meðan samráðingarnar enn ikki eru byrjaðar við donsku fakfeløgini, sum hava sáttmálar innan apoteksverkið, Farmakonomforeningen og PharmaDanmark. Hesar samráðingar eru ikki byrjaðar orsakað av koronustøðuni, tí samráðingarfólkini eru donsk, og hava trupult at avseta neyðugu tíðina til sóttarhald og samráðingar.

Av teimum sáttmálum, sum gingu út í 2020, er semja gjørd við Musikklærarafelag Føroya. Samráðst hevur verið eina tíð við Føroya Pedagogfelag og Yrkisfelagið Miðnám, men tær samráðingarnar eru ikki lidnar enn. Aðrar samráðingar eru enn á byrjunarstøði.

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum vísir á, at ferð er komin á lønarsamráðingarnar, hóast truplu umstøðurnar. Serliga um samanborið verður við 2019.

"- Vit hava funnið nógvar semjur í ár og út frá verandi gongd, kunnu vit hava vónir um at samráðingarnar eisini fara at ganga væl í 2021", sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum.

Fíggjarmálararáðið