Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur fundur um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum

Fríggjadagin 19. juni 2015 kl. 13-17 skipar Føroya Fróðskaparfelag saman við Umhvørvisstovuni fyri almennum fundi um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum. Tiltakið verður í hølunum hjá iNOVA, Hoyvíksvegur 51 í Havn.

Seinasta summar hoyrdu vit um deyðan hummara og svartan botn á okkara firðum. Nógvar gitingar vóru, og víst var á alivinnuna sum syndarin. Hvør var orsøkin til illgrunan, og hvørji árin hevur alivinnan á firðirnar? Tað fara serfrøðingar at varpa ljós á á fundinum, sum er almennur og ókeypis.