Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur myndugleiki uttan fakligan førleika ella kunnleika

Álit viðv. klagu um uppsøgn av starvsfólki í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu vegna samstarvstrupulleikar

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommunu segði einum starvsfólki í barnatannrøktini úr starvi vegna samstarvstrupulleikar.

Hóast týðandi samstarvstrupulleikar vóru á arbeiðsplássinum, helt umboðsmaðurin einki vera, sum bendi á, at samstarvstrupulleikarnir høvdu týðandi neiliga ávirkan á, hvussu uppgávurnar á arbeiðsplássinum vórðu loystar. Umboðsmaðurin vísti á, at einki var skjalfest um orsøkirnar til ósemjurnar, ella at tað var klagarin, sum var høvuðsatvoldin til samstarvstrupulleikarnar.

Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevði gjørt hóskandi royndir at loysa trupulleikarnar, áðrenn farið var undir at siga klagaran úr starvi. Tá kommunan metti, at klagarin var høvuðsorsøkin til samstarvstrupulleikarnar, átti hon í minsta lagi at havt givið klagaranum eina ávaring, soleiðis at møguleiki var at fáa samstarvið  í rættlag aftur. Harumframt helt umboðsmaðurin ikki, at kommunan hevði hildið sína skyldu til eina víðkaða partshoyring av klagaranum. 

Í frágreiðingini til umboðsmannin skrivaði kommunan, at ábendingar vóru um persónsórógv. Umboðsmaðurin kundi als ikki góðtaka, at ein almennur myndugleiki og arbeiðsgevari nýtir slíkar orðingar um síni starvsfólk uttan at hava nakran fakligan førleika til tess.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á kommununa um at viðgera málið av nýggjum og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. Álitið var sbrt. § 10 í umboðsmanslógini sent borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu og landsstýriskvinnuni í kommunumálum. (LUM 18/00044)

Álitið kann lesast herReadSpeaker