Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Als onki lusk

Í longri tíð hevur illgruni verið um, at Als, letur arbeiðsleys fara í praktikk-pláss hjá vinnufyritøkum, ið kalkulera við hesum, tí ALS betalir upp til 80% av lønini so vinnan bara stendur við eini útreiðslu uppá løn sum svarar til 20 %, men hetta sigur stjórin seg onki kenna til, og fakfeløgini, sum eisini eru umboðaði í Als-stýrinum, siga tað sama, skilst.

Grein í Oyggjatíðindum 13. desember 2013:

Hesir praktikkantar kunnu vera í “praktik” upp til 5-6 mánaðir og skulu so eftir tað, antin koyrast ella fast ansetast.** Eftir hesar mánaðir verður praktikkanturin uppsagdur, so bíðar man eina tíð, og so søkjir man bara um ein annan praktikkant, siga keldurnar. Og tá starvsfólk, sum hava upplivað hetta, vendir sær til ALS, er einasta svarið “Ja hatta kunnu vit onki gera við, tú má seta teg í samband við títt fakfelag”.

Hvussu skal tað vera liviligt fyri erlig fólk í Føroyum, sum bert vilja forvinna nakrar krónur fyri at yvirliva og servicera landinum, og sum royna at vera við til, at byggja landið upp og ikki stinga av sum so nógv onnur, spyr keldan, sum vil vera dulnevnd.

Tað er tóð týðiligt, at okkara kelda hevur upplivað hetta á egnum kroppi, men tá ein kelda er dulnevnd, er lætt at afturvísa, og tað er júst tað, sum hendir, tá vit venda okkum til ALS:

Vit vita einki um, at stovnar koyra fólk úr starvi fyri at seta onnur fólk í starvsvenjing í staðin, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.

Hann vísir tó á, at tað er rætt, at skipanin er soleiðis, at arbeiðsgevarar fáa arbeiðsloysisstuðulin hjá viðkomandi, sum er í starvsvenjing, afturborið frá ALS, og at tað í mesta lagi kann vera upp til 80% av lønini hjá viðkomandi – sum skal hava vanliga løn.

Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk fáa í arbeiðsloysisstuðuli, og tað er tí lítið sannlíkt, at lønarbyrðan hjá arbeiðsgevarunum fer niður í 20% av lønini – tó so, í onkrum føri kemur tað kanska fyri, sigur Magni á Deild Olsen.

Stjórin í Als, sigur seg annars kunna upplýsa, at omanfyri 500 fólk hava verið í starvsvenjing hesi sløku trý árini, skipanin hevur virkað, og vit kunnu staðfesta, at omanfyri 90% av hesum fólkunum eru ikki longur í skipanini hjá ALS.

Og fakfeløgini, sum eisini eru umboðaði í Als, siga við aðrar miðlar, at tey ikki kenna til, at skipanin við praktikantum verður misbrúkt av vinnuni.