Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altíð streymur – ein filmur um nýggja Sundsverkið

Fyrsta skotið varð latið av fyri nýggja Sundsverkinum seinnapartin hósdagin. Nýggja Sundsverkið hevur til endamáls at tryggja elveitingina næstu árini, men verkið skal eisini vera tiltaksverk, tá øll orka á landi verður grøn í 2030.

Føroyska elkervið er avbyrgt og kann ikki fáa elorku frá øðrum londum á sama hátt, sum elkervini á meginlandinum. Nýggja Sundsverkið tryggjar neyðugu elorkuna í framtíðini samstundis, sum varandi orkukeldurnar verða útbygdar.

Í einum nýggjum filmi um Sundsverkið greiða Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og David Reinert Hansen, verkætlanarleiðari frá nýggja Sundsverkinum og hví tað verður bygt. 

Filmurin sæst her https://we.tl/DBevWpljxe (trýst á Agree)

Vinarlig heilsan

Elfelagið SEV