Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altjóða flogvøllur - ein peningamaskinna

Tær glæsuligu ætlanir ið Tórshavnar Kommuna hevði í samband við milliardaætlanina við Stórutjørn,var ein fíggjalig hvørvusjón. Tí betur kann ein siga, so var eyðnan betri enn vitið. Annars hevði ætlanin, um hon var steðga í hálvun gekki, verið størsta byggigøla í Føroya søgu. Og harafturat hevði skattaborgarin í Tórshavn kent figgjarliga sviðan av hesi ørvitisætlan.

Nú sigst ein nyggj " Stóratjórn ætlan " verða í umbúna. Slagorðið er " ein alttjóða flogvøllur ", hvat tað so enn merkir.

Í hvørt fall so skal hesin flogvøllur, mótvegis Vága Floghavn, eins og aðrir flogvallir, gerast ein peningamaskina. Samstundis siga fígggjarfrøðingar at avkasti innan flogvinnuna er lítið, bæði við rakstur av flogvallum, eins og tað er innan flogvinnuna, og har er tað bert ein ið rokningin kann sendast til, og tað er brúkarin.

Men sambært borgarstjóranum í Tórshavn, so ivast hann ikki í, at ov mikið er til av íleggjarum, til at gera ein flogvøll á Glyvursnesið. Eingin ivi er um, at tá allir facilitetir eru taldir við, so kemur kostnaðurin at liggja umleið 3 milliardir. Vit skulu minnast til, at " ein alttjóða flogvøllur ", hann forpliktar.

Nú í nógv ár hevur verið tjak um, at ferðaseðlaprísirnir hava verið í hægra lagið . Ja, tað var eitt dagalangt tjak í løgtinginum, um at skarva nøkur oyrur av oljugjaldinum, fyri at bøta um ferðaseðlaprísirnar. Á hvørjun støði koma ferðaseðlaprísirnir at liggja á , tá brúkarin skal forrenta eina íløgu uppá 2-3 milliardir og harafturat rakstur , lønir o.a.

Tað tykist sum um miðstaðarkreftirnar als ikki taka hædd fyri, at Vága Floghavn er eitt privat partafelag. So um hesi veruliga trúgva uppá, at um ein flogvøllur verður gjørdur á Glyvursnesi, so verður alt virksemi í Vágum niðurlagt, so hava tey alvorliga forrokna seg.Her koma tær fríu marknaðarkreftirnar at standa sína roynd.

Við eini íløgu uppá 2-3 milliardir, eins og raksturin, lønir o.a. so er neyðugt at krevja, eina astronomiska upphædd frá teimun sum ferðast um flogvøllin. Har afturat verður avgjaldið til tey flogfeløg sum røkja flúgvingina, helst fimm ella tíggjufalda. Fyri ikki at tala um tær upphæddir í flutningsfeløgini koma at gjalda, fyri at forrenta hesa ørvitisætlan. So at billa fólki inn, at nevndi flogvøllur, ikki bert skal forrenta eina íløgu uppá 2-3 milliardir, men harafturat eisini geva møguligum íleggjarum eitt fíggjarligt avkast, tað er, at kasta torvmold í eyguni á fólki.

Haldur Hansen, sáli plagdi at taka til, at um so var, at flogvøllurin kundi rullast saman, so var flogvøllurin helst fluttur til Tórshavn. Tá hetta ikki kundi lata seg gerða, so lótu mynduleikar landsins nærum einum og hvørjun, at vandalisera flogvøllin. Í millum annað vóru allir káplar í høvdu samband við innflúgvingsljósini, og sum vóru blýggjbelagdir, skræddir upp,soleiðis at onkur kundi fáa sær ein løtuvinning av hesum.

Innflúgviljósini í vóru stoypt niður báðu megin flogvøllin vóru eisini í smildri eftir nøkur ár.Tann stóra hangarin fekk loyvi til, at standa og rusta, til mynduleikarnir vóru noyddir at taka hana niður.

Hví ikki viðurkenna, at vit eru ikki, eins og vit ongantíð koma at gerast heimsins nalvi.

Frank Davidsen