Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altjóða frásøgudagur í Norðurlandahúsinum

Altjóða frásøgudagurin verður í Norðurlandahúsinum í morgin, mikudagin 21. mars.

Frásøgudagurin er skipaður í samstarvi millum Norðurlandahúsið, Tjóðpall Føroya og Tórshavnar kommunu.

Altjóða frásøgudagurin er fyri næmingar í 4. – 10. fl. Hann er skipaður í tríggjar aldursbólkar, 4. – 5. fl., 6. – 7. fl. og 8. – 10. fl. Frásøgufólkini í ár eru Páll Danielsen, Randi Meitil, Anton Storm Wich, Hjørdis Johansen, Regin Debess og Hedvig Westerlund-Kapnas.

Tá tilmeldingarfresitin var farin 9. mars, høvdu 750 næmingar boðað frá luttøku.