Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

Altjóða handilssamskifti merkt av óvissu

Í juli var framgongd í altjóða handlinum, men gongdin við Brexit, handilsstríðið millum USA og Kina umframt nýggjastu lyklatølini úr Evropa, benda tíverri á, at henda framgongdin ikki er varandi, sigur Allan Sørensen, leiðandi greinari, hjá Dansk Industri.

Í juli var vøksturin í altjóða handlinum 1,9%, men tøl úr CPB World Trade Monitor vísa samstundis, at samanlagt er altjóða handilssamskifti minkað 0,9% seinasta árið. Hetta er størsta afturgongdin í altjóða handilssamskiftinum síðan fíggjarkreppuna.
 
At altjóða handilssamskiftið er minkað seinasta árið er eitt álvarsligt tekin um ein veikan heimsbúskap. Seinastu 25 árini er tað bert undir fíggjarkreppuni og KT-bløðruni, at altjóða handilssamskiftið er minkað yvir eitt heilt ár, sigur Allan Sørensen.
 
Handilskríggið millum USA og Kina, lítli vøksturin í altjóða búskapinum og óvissan um gongdina eru eitrandi fyri altjóða handilin, og hava broytt kósini í heimshandlinum skeiva vegin. Óvissan hevur við sær, at fyritøkur og brúkarar bíða við at gera íløgur í maskinur og aðrar størri og drúgvar nýtsluvørur, sum eru vørur, ið fylla nógv í heimshandlinum, sigur Allan Sørensen.
 
Í farna mánað sendi OECD út eina forsøgn, sum boðaði frá lægsta vøkstrinum í altjóða búskapinum síðan fíggjarkreppuna.
 
Hvussu afturgongd í altjóða búskapinum ávirkar føroyska búskapin, er ilt at koma við einum greiðum svari uppá.
 
Føroyski búskapurin er lítil og opin, og sostatt ógvuliga viðbrekin mótvegis stoytum uttaneftir, men ávirkanin uttaneftir kann peika í fleiri ættir, tí útflutnings- og innflutningssíðurnar í føroyska búskapinum eru ógvuliga ymiskar.
 
Størsti parturin av føroyska vøruútflutninginum eru fiska- og matvørur, sum vanliga ikki verða mettar serliga konjunkturviðbreknar. Sum oftast verður eftirspurningurin eftir hesum vørum ikki stórvegis ávirkaður av konjunkturgongdini í altjóða búskapinum.
 
Útflutningur okkara av fiskavørum er harafturímóti rættiliga viðbrekin mótvegis náttúru og lívfrøðiligum viðurskiftum, umframt marknaðar atgongd á heimsmarknaðinum. Vit hava fyrr havt avbjóðingar við marknaðaratgongd, tá afturgongd hevur verið í heimsbúskapinum. 
 
Vit innflyta størsta partin av vørunum, vit brúka í gerandisdegnum, bæði drúgvar og minni drúgvar vørur. Um niðurgongdin í altjóða búskapinum trýstir oljuprísin og prísum á øðrum vørum niður, so kann tað hava gagnliga ávirkan á føroyska samfelagsbúskapin, tí tá kunnu vinna og brúkarar keypa bíligari vørur í dagliga húsarhaldinum.
 
Altjóða handilssamskifti snýr seg tó ikki bert um vørur, men eisini um handil við tænastum, og føroyska handilssamskifi við tænastum er nógv vaksið seinstu árini, serliga í frálanda- og ferðavinnuni. Afturgongd í altjóða búskapinum ávirkar helst ferðavinnuna skeiva vegin og lægri oljuprísir hava neyvan jalig árin á frálandavinnuna.
 
Tað er sostatt ikki so einfalt at meta um, hvussu gongdin í altjóða búskapinum kemur at ávirka føroyska búskapin.