Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altjóða sosialpedagogiskur dagur

Í dag 2. oktober 2015 er lýstur av AIEJI, altjóða felagskapi fyri sosialpedagogar og sosialarbeiðarar, at vera dagur teirra, ið arbeiða innan sosialpedagogikk ella á enskum: “Social educators”. 

Benny Andersen, forseti í AIEJI sigur soleiðis um dagin: “Vit fara at halda dagin um allan heim við hashtag #thefinestjobintheworld á Facebook, Twitter og Instagram.

Vit seta hendan dagin í miðdepilin, tí vit halda, at vit hava orsøk at vera errin av arbeiði okkara. Hvønn dag gera vit mun í lívinum hjá nógvum menniskjum, ið hava ymiskt at stríðast við. Tað er hesum arbeiðinum og tí professionella, fakliga arbeiðinum, vit vilja rósa.”

Í Føroyum umboðar Føroya Pedagogfelag tað sosialpedagogiska arbeiðið. Hetta er arbeiði, sum fyri tað mesta gongur fyri seg á bústovnum, sambýlum, verkstøðum, dagstovnum, frítíðarskúlum, skúlum, virkis- og ungdómshúsum.

Sum fakfelag vilja vit ynskja øllum limum okkara góðan byr og tillukku við hesum altjóða sosialpedagogiska degi. Uttan tykkara áhaldni, ágrýtni og dirvi í gerandisarbeiðinum hevði samfelagið verið nógv fátækari. Tit hava veruliga heimsins týdningarmesta starv.

Jógvan Philbrow, formaður