Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Amerikonsk/donsk njósnan í føroyskum búna

Mong minnast ella hava hoyrt um, hvussu amerikumenn nýttu danir til at slóa veg fyri radarstøðini á Sornfelli. Danir fingu allar útreiðslur refunderaðar via lægri NATO-gjald. Teir fáu føroyingarnir, ið kendu veruligi ætlaninar, tagdu ella misinformeraðu. Onkur av áðurnevndu fór so langt, at hann alment førdi fram, at Hans Hedtoft ikki hevði verið sokkin í Suðurgrønlandi, um radararnir høvdu verið á Sornfelli, tá vanlukkan hendi. Og at føroysk skip kundu føla seg trygg undir nýggja verndareyganum, ið fór at verða vakið á nátt sum á degi eins og hin almáttigi.

Men tá eygað varð pakkað út og sett upp, vísti tað seg at vera eitt hernaðarligt njósnaraeyga, sum dró okkum inn í og gjørdi okkum til eitt hernaðarmál millum eystur og vestur, uttan at vit vórðu spurd, ella tey mongu mótmælini vórðu hoyrd. Guð ske lov spældi alt væl av. Hin almáttigi helt sítt altíð vakna eyga og sína verndarhond yvir landi og fólki, so vit vórðu spard fyri meira, enn vit kunnu fyristilla okkum.

Eygað er latið aftur, men nú er tað oyra, ið uttan iva skal njósna. Seinastu árini hava vit hoyrt um heimsumfatandi njósning via øll samskiftistól. USA letur til at ganga á odda, og Danmark er tætt knýtt at nevndu njósning hava m.a. donsku fjølmiðlarnir vita at sagt frá álítandi keldum.

Hvat nú? Hvat vilja menn á hesum sinni? Oyru i staðin fyri eygu? Á mangan hátt er tað eins og at fáa søguna endurtikna. At danir skulu spionera fyri amerikanarar, og at Føroyar eru eitt vælegnað stað at spionera frá. Men tað kunnu danir- av góðum grundum - ikki siga alment. Men teir hava sínar føroysku samsintu – í høvuðsheitum í samgonguni, sum vita, hvat oyra verunliga skal nýtast til,men tað fer ikki at koma alment fram fyrr enn ætlanin er realiserað.

Bara tað, at sagt verður, at lurtiætlanin fer at kosta fleiri 10-tals mill. kr. í tólum og í dagligum personali, mátti fingið nógvar perur at lýst og strálað upp. Okkara fámenta fólk nýtist onki tílíkt fyri at fylgja nøkrum heilt fáum kriminellum. Orkan hevðï verið nógv betri farin,um hon varð nítt til fyribyrging av kriminellum aktiviteti av øllum handa slag – eisini flippukriminaliteti.** Lat okkum ikki aftur verða lumpað inn í nakað, ið bert kann skaða okkum.

Dagfinnur Danbjørg.