Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Amplexa Genetics ger sáttmála við víðgitna enska stovnin King´s College London

Amplexa Genetics, ið er føroysk arvafrøðisfyritøka í Danmark, hevur undirskrivað umráðandi sáttmála við viðgitna enska stovnin King’s College London.

Talan er um eina Strategic Partnership Agreement (SPA), ið Amplexa Genetics og enska sjúkrahúsið og granskingarstovnurin, King’s College London, hava undirskrivað. 

Amplexa Genetics er partafelag, og høvuðseigarar eru Norðoya Íløgufelag/Føroyagrunnurin og Framtaksgrunnur Føroya. 

Amplexa Genetics hevur seinasta árið verið sokallaður forgongu-veitari (“preferred provider”) av kliniskum arvafrøðiskanningum til neurologisku deildina á King’s College London. 

Samstarvið verður nú víðkað, so fyritøkan, umframt at vera forgongu-veitari av arvafrøðisdiagnostikki innan epilepsi og heilavanskapilsum, eisini gerst partur av einari nýggjari felags klinikk í London. Ein kliniskur arvafrøðisráðgevi við serkunnleika í epilepsi, verður settur á King’s College London; fíggingina standa Amplexa Genetics og Guys & Sct. Thomas Hospital fyri - og viðkomandi verður fyrsti epilepsi-arvafrøðisráðgevi av sínum slag í Stórabretlandi.

Nýggja klinikkin í London ber heitið “Amplexa-King’s multidisciplinary epilepsy genetics clinic at King's College Hospital”.

Samstarvsavtalan hevur við sær, at Amplexa Genetics í enn størri mun verður partur av arbeiðnum at menna nákvæmisheilivág (precision medicine/personalized medicine/targeted treatment) á King’s College London. Eisini samstarv við Evelina London Childrens Hospital og Guys & Sct. Thomas Hospital er umfatað av avtaluni. 

Amplexa Genetics var ein av fyrstu privatu evropeisku fyritøkunum, ið tókust við at menna nákvæmisheilivág; viðgerðarhátturin er bygdur á kliniskar arvafrøðiskanningar.

Seinastu 7 árini hevur Amplexa Genetics havt eitt tætt samstarv við Epilepsisjúkrahúsið Filadelfia í Dianalund. Amplexa Genetics hevur staðið fyri øllum arvafrøðiskanningum og greiningum hjá hesum leiðandi stovni innan epilepsi-viðgerð. 

Nógv er komið burturúr samstarvinum. Umframt at kanningarúrslitini hava ført til eina meiri málrættaða sjúkuviðgerð, eru eisini nýggir kanningarhættir mentir. Samstarvið millum Amplexa Genetics og Filadelfia hevur eisini ført til granskingverkætlanir, har nýggjar ílegur, týðandi fyri epilepsi-viðger, eru komnar undan kavi. Fleiri altjóða rit eru avgreidd, og Amplexa Genetics er vorðið eitt viðurkent virki innan evropeiska epilepsi-granskingarumhvørvið. 

Tað er málrættaða arbeiðið í Danmark millum Amplexa Genetics og Epilepsisjúkrahúsið Filadelfia, og tann serkunnleiki, arbeiði hevur avleitt, sum viðgitni London stovnurin ynskir at fáa lut í, at nýta í egnum viðgerðarkervi.