Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ANDLÁT MILLUM TRÚBOÐARAR - Grønlandstrúboðarin Jonna Sivertsen

Seinasta leygarkvøld frættust sorgarboðini um andlátið av Jonnu Sivertsen, kona Grønlandstrúboðaran, Hans Sivertsen. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@gmail.com

Jonna og Hans settu sær fyri at  ferðast til øll børnini um jóla- og nýggjársleitið. Tey hava børn bæði í Danmark,  Føroyum, Onglandi, og so langt burturi sum í Dubai. Um høgtíðina fingu tey høvið at vitja børnini og svigarbørnini, og øll barnabørnini, og vóru enntá í Dubai, har sonurin Dan býr saman við síni familju.

Í jólavikuni hevði Absalon Absalonsen, sum hevur ábyrgdina av sendingini “Á Torginum,” hjá Evangelsiku Røddini, telefonsamrøður við fleiri av føroysku trúboðarunum, sum virka uttanlands, og har ímillum  vóru bæði Jonna og Hans, sum góvu úttrykk fyri, at tey gleddu seg at verða saman við familjuni um høgtíðina, og at tey ætlaðu sær aftur til Grønlands fyrst í januar. 

Hans og Jonna vóru stødd í Keypmannahavn, nú tey gjørdu seg til reiðar at fara aftur til Nuuk í Grønlandi, tá Jonna brádliga fekk eitt herðindi og varð við tað sama løgd inn á Ríkissjúkrahúsið. Jonna varð 77 ára gomul.

Jonna kom ikki aftur til Grønlands, har hon og Hans hava virkað sum trúboðarar í 47 ár. 

Á nýggjársleguni í Zarepta um nýggjársleitið 1969-70 bleiv farvælmøti hildið fyri teimum báðum, tí longu fyrst í januar í 1970 skuldu tey fara avstað til Grønlands. Brynleif Hansen, sáli, yrkti ein sang til Hans og Jonnu, sum varð sungin undir farvælmøtinum fyri 47 árum síðani. Eg loyvi mær at taka tvey ørindi úr sanginum: 

Til Grønlandsísin gráa
Tvey systkin fara nú.
Um Atlantshavið leggja tey,
At seta teirra bú. 
Tey gleðibopðskap bera fram
Til hetta myrka stað, 
Um Jesus, hann sum gera vil
Tey tungu hjørtu glað.

Hin sami Harrin kallar enn
Á síni børn ídag:
Vil nakar fara fyri meg? 
Kom, skunda tær avstað. 
Í Grønlandi mong sálin doyr
Á myrka syndaveg. 
Frá Føroyum hetta svarið kom:
“Her eri eg, send meg!”

Tað eru við øðrum orðum júst í hesum døgum neyvt 47 ár, síðani Jonna og Hans fóru úr Føryum á fyrsta sinni at taka upp trúboðararbeiði í Grønlandi, sum tey trúføst hava røktað øll 47 árini.

Jarðarferðin verður frá Betesda leygardagin kl.13.30 

Í Kristiligu Tíðindasendingini, sum varð send seinasta mikudag frá Kringvarpsrásini R7 var eitt stutt minnisinnslag um Jonnu. Innslagið kann hoyrast á R7.fo Leita: Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus 11.01.2017

Við hesum orðum verður Guds friður og signing lýst yvir minnið eftir Grønlandstrúboðaran Jonnu Sivertsen!