Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Andlitisbrá Samgongunar

Ikki sørt skelkandi var andlitisbrái hjá samgongulimun, tá Sjónvarpið rætti teimum mikrofonina og spurdi hvørt teirra støða var, í samband við " tollmálið ". Eftir teirra andlitisbrá at døma, so kundi tað gott verið ein stuttleika spurnarkapping ið Sjónvarpið stílaði fyri. Ja, ein hevði varhugan av, at óansæð so stuðlaðu samgongulimirnir sitandi Fíggjarmálaráðharra.

Nú er tað einaferð soleiðis, at framtíðina kannst tú bert spáa um. Hinvegin so kann ein ikki renna undan síni fortíð. Um tildømis nakað óregluligt er dult í tíni fortíð vegna egin ella politisk endamál, so kann tað ikki á nakran hátt rættvísgerast . Ei heldur kann tað soleiðis uttan víðari " fara aftur við borðinum ". Tað er júst tað sum er hent í " tollmálinum ". Tað vóru onnur mál um somu tíð har vald løgtingsumboð ið skyldaðu landskassanum pening, har hesi vóru noydd at gjalda landskassanum peningin, annars vóru tey mett at vera ógegni tiil at koma inn um løgtingsgátt.

" Tollmálið " var hinvegin dult sum mannsmorð, og kom harvið ongantíð út til almenningin. Mótvegis fyrrnevndu løgtingsumboðum, sum einki óregluligt høvdu gjørt, so var " tollmálið " eitt beinleiðis rán á áljósum degi.

Her snúi tað seg um sitandi Fíggjarmálaráðharra sum meðan hann var varatingmaður, so brúkti hann deild Skipafelagsins í Sørvági, sum ein " trojanskan hest " at sleppa felagi sínum undan at gjalda toll í fleiri ár.

Alt í meðan hann fekk samsýning fyri at røkja áhugamál Skipafelagsins mótvegis kundunum, so misrøkti hann hesa uppgávu upp á grovasta vís. Fyri tað fyrsta, so var tað sum hann gjørdi kriminelt. Harafturat vísur tað ein persón sum bæði moralskt eins og etiskt á einum so lágum støði, at tú øtast.

Umberingarnar at eingin dómur er feldur í hesum málið eru als ikki haldgóðar. Fólkaflokkurin umsat fíggjar og tollmál, tá nevnda hending fór fram. Um tað var orsøkin til at hetta ránið ongantíð kom út úr politiska skýmaskotinum til almenningin ella fjølmiðlarnar, tað skal verða ósagt.

Men tað má verða óhoyrt at sjálv kjarnan í málinum sitandi Fíggjarmálaráðharrin, í dag situr oman á teimun skjølum, sum kanska hava bjarga hansara politiska lívið, til dagin í dag. Henda støða er so himmalrópandi, ja eg má siga tað korrupt, at tað eigur ikki at kunna finna stað.

Hugsi tykkum um Fíggjarmálaráðharrin í Danmark ella fyri sovítt í øðrum landi hevði verið í somu støðu, sum sitandi Fíggjarmálaráðharri Føroya . Hann hevði verið varpaður út úr eini og hvørjari stjórn.

Kann okkara háttvirda Løgting veruliga liva við, at vit hava ein ráðharra, ið hevur forbrotið í móti somu lógum, sum hann í dag umsitur. Kann samgongan liva við hesum. Nú veit eg at Jenis av Rana hevur pippað eitt sindur, um at sitandi Fíggjarmálaráðharri skal leggja øll skjøl á borðið. Men Jenis veit líkavæl sum øll onnur, at har er einki at fara eftir. Og tað kann fyri sovítt gera tað sama hvat Jenis ger politiskt, tí hansara atkvøða hevur einki at siga fyri samgonguna, tí partamaður hansara sær út til at hava eina heilt aðra støðu politiskt, enn formaður Miðflokksins.

Er tað veruliga so galið,at okkara høgt virda løgting í dag verður stýrt av nøkrum politiskum greðingum, ið hava eittans endamál, og tað er at halda fast um maktina, fyri ein og hvønn prís.

Frank Davidsen