Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Anna Louisa Joensen, vanliga kallað Anna, fyllir 100 ár í GJÁR. Dagurin varð hildin á Tjarnargarði. Ein av røðarunum var borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen nevndi skemtandi, at sum flestu "ektaðu" havnarfólk, so er Anna fødd á bygd. Anna er næstelst av seks systkjum, dóttir Gretu og Theodor Weihe inni á Skála. Anna gekk í barnaskúla á Skála og tókst við ymiskt - m.a. gekk hon við posti á Skála og í Skálabotni.

Tá hon flutti til Havnar fór hon at arbeiða hjá Heinesen í Vágsbotni, bæði sum krambagenta við m.a. at selja meturvørur, og hon arbeiddi eisini á skrivstovuni. Borgarstjórin legði aftrat, at hetta var ikki langt frá nú nógv umrøddu trappuni.

Seinni fór hon til Keypmannahavnar, har hon m.a. seymaði - og sum fleiri hava hoyrt søgur um, so slapp hon aftur til Føroya við seinasta farti, áðrenn Danmark varð hertikið í 1940.

Orsøkin til, at Anna fór heimaftur tá, var at mamma hennara doyði av krabbameini, einans 53 ára gomul. Anna fór tí 24 ára gomul at halda hús hjá pápanum, sum hevði handil, posthús, apotek, sjúkrakassa, neyt, jørð og torv, umframt at hann var uppsitari hjá Múller.

Anna og Johan Joensen hittust sum blaðung. Hann var eisini við í Danmark. Tey giftust eftir kríggið og fluttu til Havnar. Tey leigaðu frá Siggu Rasmussen, har arkitektastovan hjá Árna Winther nú er. Í '49 fluttu tey í teirra egnu hús úti í Grønlandi, í Eiriksgøtu.

Johan var gjáarmaður. Hann arbeiddi eina tíð í Gamla Bókahandli, men hansara lívsstarv bleiv í Sjóvátryggingini. Hann var ein býarmynd - mong minnast hann tvísporandi gjøgnum býin hvønn døgverðatíma heilt út í Grønland at eta døgverða.

Heðin Mortensen og konan Hjørdis komu bæði at starvast saman við Johan á Tryggingini, Heðin í nøkur ár og Hjørdis í mong ár. Tí komu tey at kenna Johan og Annu og alla familjuna sera væl.

Anna og Johan fingu trý børn, Margreta, sum var elst, var til steðar í dag. Tóri doyði longu í 1954 og Kári varð sendur á Rødbygaard, sum var vanligt tá. Tey vóru trúgv kirkjufólk og gingu í Vesturkirkjuni.

Anna var fitt í hondunum, lærdi handarbeiði og bókbinding á Kvøldskúlanum. Og so var hon ein framúr kokkur - hon lærdi matgerð hjá nunnunum sum nýgift. Kanska tað var ein orsøk til, at Johan altíð skundaði sær heim til døgverða.

Anna hevur verið ófør at syngja, dámdi væl harmonikkuna, dugdi nógvar vísur. Í dag spældi og undirhelt harmonikuleikarin Regin Jacobsen fyri henni.

Tá Johan gavst at arbeiða fingu tey stundir at vitja rættiliga nógv í Nýggjustovu við Gjógv til hoygging, slakt og eplavelting. Og tey hava ferðast nógv uttanlands bæði.

Johan og Anna vóru millum tey hepnu 5 pørini, sum sluppu inn á Tjarnargarð at búgva sum 90 og 91 ára gomul. Johan andaðist í 2012.

Anna eigur 3 ommubørn og 7 langommmubørn. Hon breyt mjødnina herfyri og kom illa fyri av hendingini. Í dag hevði hon tað tó gott og var í góðum lag, tá hon tók ímóti á Tjarnargarði.