Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annar dagur á G! Festival 2014

Fyrsti dagur er farin afturum, og ein dagur halgaður tí feitasta føroyska er fyri framman

Høvuðsnavnið Nabiha og hennara elektroniski poppur, folkapunkarirnir Räfven og indie bólkurin The Fjords eru eisini á skránni, sum annars umboðar ein breiðan úrskurð av tí besta føroyska - bæði nýtt og eisini gott gamalt. Í Stjórastovuni byrjar Peter Rouch diskingina, áðrenn Sugardaddy & Honeypie síðani borðreiða við føroyskum lp og 7” plátum, og legendurnar Gissur & Sonne taka pultin í nátt.

Á sandinum spæla garvaðu Vágaverk og mergjaðu Týr, og spæliplássið er á tremur við føroyskari góðsku. Meðan Cool Tour geitin aftur er á tremur við spennandi tiltøkum, framførslum og øllum møguligum øðrum

Barnaskráin byrjar longu kl. 12.00 í víkingabýnum, og sum vant er ókeypis atgongd fyri øll inntil kl. 16.00. Annar dagur á G! Festival 2014 Fyrsti dagur er farin afturum, og ein dagur halgaður tí feitasta føroyska er fyri framman

Høvuðsnavnið Nabiha og hennara elektroniski poppur, folkapunkarirnir Räfven og indie bólkurin The Fjords eru eisini á skránni, sum annars umboðar ein breiðan úrskurð av tí besta føroyska - bæði nýtt og eisini gott gamalt. Í Stjórastovuni byrjar Peter Rouch diskingina, áðrenn Sugardaddy & Honeypie síðani borðreiða við føroyskum lp og 7” plátum, og legendurnar Gissur & Sonne taka pultin í nátt.

Á sandinum spæla garvaðu Vágaverk og mergjaðu Týr, og spæliplássið er á tremur við føroyskari góðsku. Meðan Cool Tour geitin aftur er á tremur við spennandi tiltøkum, framførslum og øllum møguligum øðrum.

Barnaskráin byrjar longu kl. 12.00 í víkingabýnum, og sum vant er ókeypis atgongd fyri øll inntil kl. 16.00.