Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Bech er ársins álitisfólk

Starvsmannafelagið hevur valt Anniku Bech til ársins álitisfólk 2018. Tað varð kunngjørt á aðalfundi í felagnum í Smøruni leygardagin.

Tíðindaskriv:

Annika Bech er úr Havn. Seinastu góðu tíggju árini hevur hon starvast á Ellisheiminum hjá Tórshavnar kommunu við Rættará, og hon hevur verið álitisfólk seinastu fýra árini.

Í grundgevingini fyri at velja Anniku Bech til ársins álitisfólk verður sagt:

Annika hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrdarfult røkt starvið og hevur áhaldandi talað søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini.

Á myndini síggja vit Anniku Bech, tá Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum kunngjørdi, at hon varð vald til ársis álitsfólk 2018.0

Vit ynskja Anniku hjartaliga tillukku við heiðurinum.

Starvsmannafelagið