Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika gav loyvi til prísin

Borgarstjórin svarar innlitsbøn um Vaglið: Tryggingarsambandið Føroya, fekk Vaglið fyri 3 milliónir, eftir viðmælið frá Innlendismálaráðnum, staðfestir borgarstjórin, ið annars heldur, at fermeturprísur okkara er hypotetiskur:

Grein í Oyggjatíðindum 11. februar 2011

Hasin fermeturprísurin, ið Oyggjatíðindi hevur roknað seg fram til, er rættiliga hypotetiskur., sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í svari til innlit og fyrispurning okkara um grundøkið á Vaglinum, sum TF Ognir - felag hjá Tryggingini, hevur keypt fyri 3 milliónir:

Fyrr hevur kommunan váttað, at fleiri advokatar og serfrøðingar høvdu verið inn yvir, og sagt gott fyri prísinum, ið var ein marknaðarprísur.

Kári Lamhauge, verkfrøðingur, hevur gjørt eina uppseting um prís.

Útgrevsturin er uppá 1,7 millión kr., og prísurin uppá 3 milliónir kr.

Um vit halda okkum til at prísurin er kr. 3 milliónir fyri 500 fermetrar í sjey hæddum, so svarar hetta til 4.000 fermetrar á kr. 750,00.

Men tá onkur skilir hesa uppseting soleiðis, at Tórshavnar Kommuna skal betala útgrevsurin uppá 1,7 millión kr., og at restprísurin, Tryggingarfelagið Føroyar skal betala, so bara er 1,3 millión fyri 500 fermetrar í 7 hæddum mitt á vaglinum, so kunnu vit staðfesta, at fermeturprísurin kemur niður á kr. 325,00.

Hvør prísur er í veruleikanum galdandi, vildu vit vita í innlitsbøn okkara.

Nú er svar komið. Borgarstjórin leggur, sum sagt út við at siga, at okkara háttur at seta prísin uppá er hypotetiskur:

- Vit hava selt eitt øki, ið er til víddar 500 fermetrar fyri 3 milliónir kr. Hvussu nógvar fermetrar, til ber at byggja á grundøkinum, tá samanum kemur, vita vit ikki enn. Tað avgera byggisamtyktin og tann serstaka byggisamtyktin, sum skal gerast, áðrenn byggjast kann á økinum. Tað ber tískil ikki til at seta tað soleiðis upp, at byggjast kann í sjey hæddum, og soleiðis koma fram til 7X500 fermetrar, og síðani dividera sølukostnaðin upp í hesar 3.500 fermetrarnar, sigur borgarstjórin.

Hann vísir á, at Kári Lamhauge hevur gjørt eina kostnaðarmeting av stykkinum, tvs. av virðinum av økinum sum eitt grundøki. Hendan er komin til, at kostnaðurin eigur at vera 6.000 kr. fyri fermeturin ella íalt 3 milliónir kr. Hetta er tann prísur, ið kommunan hevur søkt Innlendismálaráðið um góðkenning at selja fyri til TF Ognir, og hetta er tann kostnaður, ið TF Ognir hevur goldið kommununi.

- Har er einki mótroknað, og tað er skeivt skilt, at kommunan skal rinda 1,7 milliónir kr. fyri útgrevstur og annað. Tað skal keyparin sjálvur rinda. Kommunan hevur sostatt fingið 3 milliónir kr. í kommunukassan fyri økið. Harumframt er ásett í skeytinum, at tað serstaka grótið, ið er í grótlaðingini á økinum er ogn hjá kommununi, og at hetta skal koyrast á eitt av kommununi ávíst stað, tá ið byggibúningin av økinum fer í gongd, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.

Borgarstjórin vísir á, at tær 1,7 milliónir kr., sum eru nevndar í kostnaðarmetingini er kostnaðurin á sjálvum tí, sum er lagt í økið sum parkeringsøki.

- Tú kann siga, at tað eru tær útreiðslurnar, ið kommunan hevur lagt í økið gjøgnum tíðina – við at laða garðar, trappur og gera parkeringsøki. Hetta virðið hava vit notið gott av í nógv ár og gera tað framvegis, inntil Hotel Tórshavn fer at byggja út (kommunan hevur tryggjað sær nýtslurætt til økið, inntil byggibúningin fer í gongd).

Heðin Mortensen, sigur seg ikki vera vitandi um, hvør áhugin hevur verið eftirfylgjandi fyri økinum. Tað kann staðfestast, at Hotel Tórshavn í juli 2008 vendi sær til kommununa við umbøn um at sleppa at útbyggja Hotel Tórshavn niðan móti posthúsbygninginum.

- Politiska viðgerðin fer síðani í gongd, og í hesum sambandi er spurningurin, um økið skal langtíðarleigast ella seljast umsøkjaranum. Ta avgerðina tekur býráðið 29. desember 2008, tá ið ein meiriluti samtykkir tilmælið frá fíggjarnevndini um at selja umsøkjaranum neyðugt lendi til útbyggingina, sigur Heðin Mortensen, sum at enda sigur:

- Hvør áhugi hevur verið fyri økinum síðani hesa samtykt í desember 2008, er fyri so vítt líka mikið, tí tá hevur býráðið longu bundið seg til at selja til Hotel Tórshavn (TF Ognir, sum eigur Hotel Tórshavn).

Borgarstjórin sigur, at Tryggingin sendir umbøn til kommununa um økið á Vaglinum í juli 2008, men formliga sæst, at Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagið Føroya, ikki søkir býráðið um økið fyrr enn 18.12.2009.

Men tryggingarstjórin vísir til samtykt frá Tórshavnar býráð, ið helst er frá juli 2008.

Kommunan journaliserar eisini brævið 2008-3369/10 BYGMA.

Tó at Tryggingin ikki søkir formliga um økið fyrr enn í desember 2009, so kemst ikki uttanum, at áhugaður í økinum longu er á bananum 19. januar, og 11. februar 2009.

Sum skilst liggur málið nú hjá Umboðsmanninum, men samanumtikið byggir loyvi til søluna á eina góðkenning í Innlendismálaráðnum, sigur Heðin Mortensen.

----

Tað, sum ger hetta mál so serligt er, at táverandi samgonga og andstøða vóru samd um at víkja frá vanligu mannagongdunum.