Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen úr løgtinginum í gjár

Annika Olsen hevur boðað Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, frá, at hon fer í farloyvi úr løgtinginum frá í gjár at rokna.

Í brævinum, sum er stílað løgtingsformanninum, skriva Annika Olsen soleiðis:

- "Undirritaða skal hervið boða frá, at eg fari í farloyvi úr Tinginum frá týsdegnum 17. januar at rokna.

Tann 1 jan. 2017  tók undirritaða við starvinum sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eftir míni sannføring er tað ikki politiskt skynsamt at sita sum fulltíðarsettur borgarstjóri og samstundis sita í Løgtinginum.

Eg vil nýta høvið at takka øllum tingfólkum og umsitingini í Løgtinginum fyri  eitt gott og gevandi samstarv og takka fyri tíðina mær var unt at sita á Føroyar Løgtingi.

Somuleiðis ein tøkk fyri at hava havt  tann framíhjárætt at tæna Løgtinginum í tveimum umførum í landsstýrinum.

Við ynski um gott og konstruktivt samstarv millum land og kommunur okkara borgarum at frama."

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu