Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika Olsen: Vælvirkandi eldrarøkt er ikki einans treytað av játtanini

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 51/2012 eftir tingskipanini § 52a til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, frá Jónu Mortensen, løgtingskvinnu um eldraøkið.

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Løgtingið hevur við eykajáttan veitt eldraøkinum 4,1 mió. kr. Er henda upphædd nøktandi fyri at tryggja eitt vælvirkandi tilboð til tey eldru á røktarheimi?

2. Hvussu kann landsstýriskvinnan, tryggja, at tey ógvisligu spariátøkini ikki verða framd?

3. Eru nøkur ellis- og røktarheim, sum hava klára seg innan fyri játtanina í 2012?

4. Hvør er orsøkin til, at nøkur ellis- og røktarheim ikki hava hildið játtanina?

5. Er tað rætt, at sparingar verða framdar við náttarvaktum soleiðis, at talið av náttarvaktum verður lækkað niður í eina helvt?

6. Fyri 2014 er eingin lønarframskriving innan eldraøkið, kann landsstýriskvinnan tryggja, at sparingar ikki verða settar í verk av teirri orsøk?

7. Fer dagtilhaldið til dement at virka eftir ætlanini?

Viðmerkingar:

Bæði starvsfólk, búfólk og avvarðandi føla seg ótrygg við støðuna, sum hon er beint nú, tey vita ikki, hvat fer at henda. Tað einasta, sum stendur klárt, er, at sparingar verða. Ymiskt hevur verið frammi um, hvussu tað kemur at raka tey gomlu, og sjálvandi eru tey avvarðandi ørkymlað, tí hvør vil ikki sínum nærmasta tað allarbesta. Ótryggleikin smittar yvir á búfólkini, og er hetta sera óheppið. Tað at fólk noyðast at fara á røktarheim er í sjálvum sær ein sorg, bæði fyri avvarðandi og tey, sum skulu á heim. Tí er tað sera umráðandi, at okkara eldru fáa góð og virðilig kor á ellis- og røktarheimum, har starvsfólkið fær ta tíð, tað tekur at vera um tey gomlu.

Á Løgtingi, 22. mai 2012

Jóna Mortensen

 

1. Løgtingið hevur við eykajáttan veitt eldraøkinum 4,1 mió. kr. Er henda upphædd nøktandi fyri at tryggja eitt vælvirkandi tilboð til tey eldru á røktarheimi?

Svar:

Landsstýriskvinnan søkti um eykajáttan á 4,1 mió. kr. Í skrivi dagfest 22. apríl frá Almannaverkinum varð mælt til tiltøk, sum íalt skuldu spara 6,2 mió. kr., til at halda játtanina á fíggjarlógini. Landsstýriskvinnan kundi ikki taka undir við øllum tiltøkunum. Almannaverkið metti, at 4,1 mió. kr. var tann upphædd, sum skuldi til, til at tryggja at grundleggjandi tænastustøðið í minst møguligan mun varð ávirkað av neyðugu tillagingunum í rakstrinum. Landsstýriskvinnan metir, at ein vælvirkandi eldrarøkt er ikki einans treytað av játtanini. Talan er eisini um onnur ting, sum hava stóran týdning, so sum samskipan, visitatión og bygnað. Landsstýriskvinnan hevur tí biðið Almannaverkið fara undir hetta arbeiðið beinanvegin.

2. Hvussu kann landsstýriskvinnan tryggja, at tey ógvisligu spariátøkini ikki verða framd?

Svar:

Endamálið við eykajáttanini er at steðga ógvisligu spariátøkunum. Almannaverkið hevur eftirlit við ellis- og røktarheimunum. Útgangsstøðið er altíð, at játtanin skal haldast, men um neyðugt verður at seta tiltøk í verk, sum hava stóra ávirkan á tænastustøðið hjá brúkaranum, so skal landsstýriskvinnan kunnast um avleiðingarnar av hesum frammanundan, soleiðis at hon kann taka neyðug stig.

3. Eru nøkur ellis- og røktarheim, sum hava klárað seg innan fyri játtanina í 2012?

Svar:

Ongi røktarheim hava hildið játtanina, men fleiri av røktarheimunum hava meirnýtslu sum er undir 2% av játtanini. Tvey røktarheim hava samrakstur við sjúkrahúsini, har meirnýtsla ella minninýtsla fer til sjúkrahúsini.

4. Hvør er orsøkin til, at nøkur ellis- og røktarheim ikki hava hildið játtanina?

Svar:

Neyðugt hevur verið at tillaga virksemið eftir samtykta játtanarkarminum seinastu árini, og hetta hava øll røktarheimini ikki megnað í nóg stóran mun, hjá nøkrum ellisog røktarheimum hevur verið talan um óvanligar útreiðslur, t.e. útreiðslur sum ikki kundu verið lagt upp fyri í fíggjarætlanini hjá viðkomandi røktarheimi.

5. Er tað rætt, at sparingar verða framdar við náttarvaktum soleiðis, at talið av náttarvaktum verður lækkað niður í eina helvt?

Svar:

Náttarvaktir verða ikki lækkaðar niður í eina helvt. Sum liður í tilgongdini at skipa raksturin á røktarheimunum meiri skynsamt, arbeiðir Almannaverkið við at eftirmeta verandi skipan við náttarvaktum.

6. Fyri 2014 er eingin lønarframskriving innan eldraøkið, kann landsstýriskvinnan tryggja, at sparingar ikki verða settar í verk av teirri orsøk?

Svar:

Fortreytin fyri uppskotinum til játtanarkarmar fyri 2014-2018, ið Løgtingið hevur samtykt er, at eldrarøktin verður kommunalt málsræði frá 1. januar 2014. Eldrarøktin verður tí ikki á fíggjarlógini fyri 2014, og tí er ikki lagt upp fyri lønarframskrivingum.

Lagt er einans upp fyri teimum tiltøkum í eldrarøktini, sum eru sett í verk. Talan er bæði um fult virksemi á ellis- og røktarheimum, øking í tali av fólki, og teimum sparingum, sum eru settar í verk og skulu halda fram í 2014.

Samráðst verður í løtuni við kommunurnar um útlegging av eldrarøktini. Um samráðingarnar av einari ella aðrari orsøk ikki verða lidnar, soleiðis at eldrarøktin framhaldandi verður á fíggjarlógini í 2014, verður málið um lønarframskrivingar tikið upp.

7. Fer dagtilhaldið til dement at virka eftir ætlanini?

Svar:

Dagtilhaldið fer væntandi at virka eftir ætlan seinni í ár.

Almannamálaráðið 3. juni 2013

Annika Olsen

landsstýriskvinna