Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Annika setti ráðstevnuna Vit vilja gera mun hjá Almannaverkinum

Almannaverkið skipaði í gjár fyri stórfingnari ráðstevnu undir heitinum "Vit vilja gera mun" í sambandi við 40 ára dagin. Annika Olsen, landsstýriskvinna, setti ráðstevnuna við hesi røðu:

Góðan morgun øll somul,

Eg fari at nýta høvi at bjóða tykkum øllum at verða vælkomin til hesa áhugaverdu og viðkomandi ráðstevnu, og gott at síggja, at tað er so stórur áhugi millum manna og undirtøkan er so stór.

Eisini fari eg at takka Almannaverkinum fyri, at tit skipa fyri almennari ráðstevnu, nú 40 ár eru liðin síðan fyrisitingin av almannamálum varð yvirtikið av heimastýrinum (1. apríl 1975), og Almannastovan byrjaði virksemið sítt í Jónas Broncksgøtu í Havn.

Menningin hevur verið stór hesi seinastu 40 árini, bæði í samfelagnum og á stovninum, ið umsitur almennaveitingar og -tænastur.

Almannaverkið er ein hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, ið veitir sosialráðgeving, eina røð av menningar- og trivnaðartænastum, umframt fleiri fíggjarligar veitingar.

Á stovninum starvast 750 fólk, sum á hvørjum ári veita 16.500 borgarum í Føroyum ymsar tænastur ella veitingar. Og tað er ikki hissini.

Eg fari tí eisini nýta hetta høvi at bera øllum tykkum mongu starvsfólkum í Almannaverkinum eina hjartans tøkk fyri tað góða arbeiði tit gera, bæði tit sum starvast í umsitingini og úti á deplunum.

Eg havi millum annað verið og vitja á fleiri sambýlum, bústovnum og verkstøðum, og hóast teir fysisku karmarnir ikki altíð eru tær bestu, so er tað fløvandi og álitisvekjandi at uppliva, at tit starvsfólk eru bæði dugnalig og umsorganarfull, og eru nærløgd í tykkara starvi.

Tit hava ein týðandi leiklut í samfelagnum, og gera tykkara til, at hundraðtals fólk, hvønn dag fáa neyðuga hjálp og stuðul. Tað eri eg bæði takksom fyri og errin um.

Avbjóðingarnar fyri framman eru stórar, og tí er tað gott, at vit á henda hátt – við eini ráðstevnu – steðga á og varpa ljós á Almannaverkið, vælferðarsamfelagið og rættindi og skyldur hjá hinum einstaka og samfelagnum.

Hetta er bæði týðandi og umráðandi evni at taka upp, og vóni og vænti eg, at vit eftir dagin í dag eru eitt sindur klókari upp á hesar stóru spurningar.

Tað finst ikki nógv tilfar um ta søguligu gongdina í føroyska vælferðarsamfelagnum, men eitt verk, sum má sigast at vera ein varði á hesum økinum, er frálíka bókin hjá Doris Hansen, “Søgan um hini” frá 1981. Hon er ein lýsing av einum parti av okkara søgu, sum lítið er skrivað um: fólk við breki.

Við at lesa í bókini fáa vit innlit í umstøðurnar, áðrenn vit fingu eina almenna fyrisiting og lóggávu, veitingar og tilboð, og hvussu umstøðurnar hjá okkara veikastu hava verið gjøgnum tíðirnar, eins og vit fáa eitt gott innlit í, hvussu føroyska almannaverkið hevur ment seg ígjøgnum tíðirnar.

Eisini góvu sendingarnar í Kringvarpinum “Send á Rødbygaard”, sum Karolina Thostrup legði til rættis, okkum øllum eitt innlit í døkku søgu okkara, um tá fólk, sum einki tilboð var til í Føroyum, vórðu send av landinum.

Føroyar hava eina svarta fortíð, tá tað snýr seg um at senda fólk við serligum avbjóðingum av landinum. Eisini í nýggjari tíð hevur tað verið vanligt, at vit senda børn á viðgerðarstovn í Danmark eftir forsorgarlógini og eftir barnaverndarlógini. 

Hetta undraði og harmaði meg almikið, tá eg tók við sum landsstýriskvinna, og sum eg setti mær fyri at fáa broytt.

Í Føroyum skulu vit geva hesum børnum viðgerð í einum heimligum umhvørvi, heldur enn at senda tey til eitt fremmant land við fremmandari mentan og fremmandum máli.

Hetta er tíbetur broytt og gongdin er vend. Í 2011, tá eg tók við sum landsstýriskvinna, vóru tað 25 børn, sum vóru send á stovn í Danmark. Í dag kunnu vit siga at vit hava fingið tey øll heim.

Eg eri greið yvir, at mong av hesum børnum hava samansettar trupulleikar, og at tað hevur verið tørvur á at geva teimum eitt gott tilboð aðrastaðni, sum vit ikki kunnu geva teimum her í Føroyum.

Men um vit ongantíð broyta siðvenju og mannagongdir, so verður fakligi førleikin heldur ikki mentur í Føroyum á økinum og samstundis fáa vit ongantíð neyðuga vitanina um hesi børnini.

Somuleiðis eri eg eisini greið yvir, at tað kunnu vera byrjanartrupulleikar ella “barnasjúkur” við teimum tilboðum, vit veita, men málið hjá okkum má vera, at vit skulu kunna taka okkum av okkara børnum, hvussu trupult tað enn er.

Tað er okkara skylda sum samfelag at vera góð við øll okkara børn og ikki flyta tey við avbjóðingum av landinum. Tað er eitt fátækt samfelag.

Hóast vit hava strammað upp, so eru tað tíverri alt ov nógvar familjur, sum kenna seg noyddar at flyta av landinum, eitt nú til Danmarkar, tí myndugleikarnir í Føroyum ikki samstarva nógv væl, og tilboðini o.a. ikki eru nøktandi.

Til tess at fáa loyst hendan trupulleikan hava vit í einum breiðum, tvørpolitiskum samstarvi millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og kommunurnar og undirliggjandi stovnar arbeitt fyri at fáa eitt betri heildartilboð til børnini og familjur teirra.

Arbeiðið hevur tikið útgangsstøði í tveimum familjum við børnum við autismu. Royndir frá hesum familjum vóru skelkandi, og niðurstøðan var greið: Tað var strævnari at fáast við myndugleikarnar enn at fáa eitt barn við autismu.

Endamálið við arbeiðinum hevur verið at skipa øðrvísi mannagongdir um samstarv millum myndugleikarnar. Og úrslitið er “Tann góða tilgongdin”, har borgarin er settur í miðdepilin, men Almannaverkið hevur ein samskipandi og avgerandi leiklut.

Tó leiðin mangan tykist long, so eru nógvir glottar at hóma, og nógv arbeiði er sett í gongd við tí eina endamáli, at bøta um viðurskiftini hjá okkara borgarum við serligum avbjóðingum.

Eitt annað mál, sum hevur verið sera átrokandi at fáa loyst, er at útvega nøktandi bútilboð til fólk við serligum avbjóðingum.

Í 2012 varð nýggjur bústaðarpolitikkur orðaður.Aðalmálið í bústaðarpolitikkinum er, at rúm skal vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum, sum verða gjørdar. Bústaðir skulu byggjast til endamálið og bústaðarpolitikkurin stuðlar undir inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman, lið um lið.

Uppgávan hjá myndugleikanum er jú eisini at forða fyri ekslusión, og at fólk enda í einsemi, samstundis sum myndugleikar skulu tryggja at sjálvræði og sjálvsavgerðar­rætturin hjá tí einstaka verður varðveittur.

Fleiri byggiætlanir hava verið og eru í gongd.

Sambýlið Eystan Heyg til fólk við sálarsjúku er fyrsta dømi, har bygt er eftir tørvinum hjá búfólkinum. Eisini er Sambýlið Eystan Heyg serstakt, við tað, at hetta er fyrstu ferð, at vit í Føroya søgu hava bygt bústaðir til sálarsjúk í Havn. Og sum øllum kunnugt hevur tørvurin eftir bústøðum til sálarsjúk verið eyðsýndur og stórur í mong ár, og tí er talan um eitt satt frambrot fyri sálarsjúk.

Harafturat hava vit bygt Depilin til fjølbrekað børn og ung í Runavík, sum varð tikin í nýtslu fyri jól.

Tilsamans 24 vardir bústaðir verða bygdir í Klaksvík og Runavík og verða klárir at taka í nýtslu í seinni í ár, og 8 íbúðir í búfelagsskapi í Klaksvík verða tiknar í nýtslu í komandi viku.

Virknis- og umlættingardepil til børn og ung verður bygdur heima á Sandi og verður liðugur í 2016, og farið er undir fyrireikingarnar at byggja eitt sambýli og búfelagsskap í Havn.

Ein hin størsta avbjóðingin fyri framman er, at arbeiðsfjøldin sum heild minkar komandi árini, meðan fólk í pensjónsaldri økist.

Tað verða fleiri og fleiri eldri, og tað merkir økt krøv til arbeiðsstyrkina. Vit síggja tað longu nú – játtanin á fíggjarlógini til fólkapensjón hækkar við fleiri milliónum krónum á hvørjum ári, samstundis sum tørvurin á tænastum til tey eldru økist ár um ár.

At talið av eldri í mun til fólk í arbeiðsførum aldri økist munandi, merkir, at uppaftur færri verða at forsyrgja fleiri. Hetta leggur m.a. trýst á arbeiðsmarknaðin og á okkara vælferðar­tænastur. Her hevur politiska skipanin eina velduga uppgávu.

Tí hevur tað alstóran týdning fyri okkara framtíðar vælferð, at øll tey, sum kunnu arbeiða, arbeiða, og at tey arbeiða so nógv sum gjørligt. Vit mugu áhaldandi fyribyrgja, at borgarar enda varandi uttan fyri arbeiðsmarknaðin, tí fíggingin av vælferðar­samfelagnum er treytað av høgum arbeiðsvirkni.

Talið av teimum sokallaðu marginaliseraðu er økt støðugt í heilt nógv ár. Og eitt er vist. At jú longri tíðarskeið fólk eru burtur frá arbeiðsmarknaðinum, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey ikki koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin.

Við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum kom í gildi 1. januar í 2013, er nýskipan sett í verk, sum hevur sum aðalmál at virka fyri einum rúmligum arbeiðsmarknaði, har yvirskipaða málið er, at rúm skal vera fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er onki at ivast í, at fleiri av teimum, sum ikki eru í arbeiði – við røttu vegleiðingini og við røttu amboðunum – kunnu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum. Eisini á jøvnum føti við øll onnur. Og tað er hetta, sum nýggja lógin stuðlar undir við.

Við lógini hava vit fingið fleiri amboð; vit gera ein skjótari innsats; leggja størri áherðslu á ráðgeving og uppfylging.

Og við tíðini fara umsitingarligu ressursurnar heilt vist, í størri mun at verða brúktir beinleiðis upp á sosialfakliga arbeiði, heldur enn til reina umsiting og útrokning av inntøkum og útreiðslum hjá borgarum niður í smálutir.

Samstundis sum vit hava økt um tann sosialfakliga innsatsin, sum skal hjálpa borgarum at blíva sjálvforsyrgjandi, so hava vit eisini styrkt um skyldurnar og krøvini til borgarar, sum eru partar av almannaskipanunum.

Eg eri av teirri áskoðan, at sosialar skipanir skulu málrættast teimum, ið hava størsta tørvin. Tað áliggur tí einstaka at taka ábyrgd av egnum lívi, og lógin um arbeiðs­fremjandi tiltøk skal takast í brúk, tá tann einstaki og arbeiðsmarknaðurin ikki megna at loysa ein íkomnan trupulleika.

Tey, sum kunnu klára seg sjálv, skulu klára seg sjálv.

Ein grundarsteinur undir vælferðarsamfelagnum er, at vit hava eitt trygdarnet, sum loftar teimum, ið ikki klára seg sjálv, men tað er eins týdningarmikið fyri at varðveita vælferðarsamfelagið, at ábyrgd hins einstaka fyri egnum lívi eisini liggur frammarlaga í huga føroyinga.

Júst skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum er í stóran mun hjálp til sjálvhjálp, har endamálið er, at tann, sum fær játtað stuðul, skal blíva sjálvforsyrgjandi.

Týdningurin av arbeiðsfremjandi tiltøkum á arbeiðsmarknaðinum er eyðsýndur – bæði fyri einstaka borgaran og fyri samfelagið alt. At borgarin fær tær bestu fortreytir fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin við at arbeiða, er viðvirkandi til at geva honum fíggjarligt frælsi, lívsinnihald og bøtir um persónligu vælferðina.

Eisini fyri samfelagið hevur eitt høgt arbeiðsvirkni avgerandi týdning, tí tað er grundarlagið undir tí vælferðarsamfelagnum, sum vit kenna í dag, og sum breið semja er um, at vit skulu varðveita.

Føroyar yvirtóku forsorgarøkið í 1995, og skiftandi samgongur og landsstýrisfólk hava sett sær sum mál at fáa eina nýggja forsorgarlóg. Hetta 20 ára gamla ynski er loksins við at koma undir land, hóast talan ikki verður um eina stóra samlaða forsorgarlóg, men heldur fleiri lóggávur, sum hava við tænastur og veitingar hjá okkara borgarum at gera.

Arbeiðið er komið væl ávegis, og samtyktar eru sum sagt Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk, veitingarparturin í forsorgarlógini og Lóg um tænastur á eldraøkinum o.a. Fyri fyrstu ferð hava vit fingið eina eldralóg, sum ásetur rættindini hjá okkara eldru, samstundis sum eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita undir tryggum kørmum.

Ein av síðstu pørtunum, sum enn er eftir at gera, er at fáa dagførdar reglur um trivnaðarøkið, ella tað økið, sum hevur við borgarar við serligum tørvi at gera. Hetta arbeiðið er nú farið í gongd og skal leggjast fram í heyst.

Nýggja tænastulógin skal m.a. hava ásetingar um sernámsfrøðiligar menningarætlanir fyri hin einstaka, reglur um valdsnýtslu, eins og stuðulsskipanir verða endurskoðaðar og dagførdar soleiðis at millum annað at sjálvsavgerðarrætturin hjá hinum einstaka í størri mun er í fokus. Eisini skulu greiðari reglur um eftirlit við teimum tænastum, ið verða veittar á stovnum og sambýlum, gerast.

Eg fari at ynskja okkum øllum ein góðan ráðstevnudag. Dagurin hevur eina áhugaverdari skrá, har vit fáa input bæði frá føroyskum og donskum serfrøðingum. Vit fara at hoyra um framtíðar avbjóðingar, hvørji rák gera seg galdandi, hvaðani vit koma, og hvagar vit fara, og hvør hevur ábyrgd fyri hvørjum.

Ein spennandi og samansett skrá, sum vónandi gevur okkum øllum okkurt at hugsa um – serliga okkum, sum eru vald at skipa fyri og taka avgerðir, soleiðis at vit er klár at taka við teimum avbjóðingum, sum framtíðin bjóðar okkum.

Eg fari at loyva mær at enda við nøkrum ørindum úr yrkingini hjá Karsten Hoydal, Barnið, bergið og blómurnar, ið minnir okkum á, at har brattast er at ganga finnast mangan vakrastu blómurnar.

Vilt tú finna blómurnar,
Eingin annar eigur,
Gakk so djarvur huga tíns
Brøttu bjargaleiðir.
Sorturgrøs og hjálpurót,
Út av torvu hanga,
Fagrast eru blómurnar,
Har ringast er at ganga.

Takk fyri!

Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum