Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Antares 10 ár á baki

Áhugafelagið hjá føroyingum í starvi uttanlands 10 ár.

Í dag eru 10 ár liðin, síðani felagið Antares varð stovnað.

Upprunaliga var hetta eitt frítíðarfelag fyri føroyingar, ið starvaðust hjá A.P. Møller–Mærsk og varð tí eisini skemtiliga kallað “ljósablái kaffiklubburin”. 

-Endamál felagsins var í høvuðsheitum at skipa fyri regluligum sosialum tiltøkum, so limirnir høvdu møguleika at hittast av og á, og hetta fekk eisini beinanvegin stóra undirtøku millum limirnar, greiðir Dánjal Jákup Meinertsson, formaður, frá.

Sum fráleið gjørdust føroyingar í øðrum størvum uttanlands eisini limir í felagnum, og tíðliga í 2011 vóru limirnir 150 í tali.

-Men so hendi ein rembing viðvíkjandi skattaviðurskiftunum hjá teimum, ið harbeiddu í øðrum londum, serliga í Noregi, og hetta hevði við sær, at felagið vaks ógvusliga, greiðir formaðurin víðari frá.

Samstundis tók annað virksemi dik á seg, og hetta gjørdi, at felagið nú gjørdist meira virki enn nakrantíð fyrr.

Frá frítíðarfelag til áhugafelag

Frá at vera eitt frítíðarfelag, sum serliga fekst við sosial viðurskifti, fór felagið nú eisini at fáast við onnur áhugamál hjá limunum, serliga skattaviðurskifti.

Her hevði felagið eisini ein virknan leiklut í at fáa skil á skattligu viðurskiftunum hjá sjófólki og øðrum, sum arbeiða í útlandinum.

-Í øllum hesum meldrinum vaks limatalið til umleið 600, og hesin stóri limaskarin gjørdi sítt til, at vit fingu so fræga ávirkan á lógarsmíðið í 2012, sum vit fingu, sigur Dánjal Jákup Meinertsson.

Hann sigur, at eftir er nú hjá felagnum at fáa seinastu syftingarnar í sambandi við eftirlønarskipanina uppá pláss.

-So vóna vit, at felagið aftur kann gerast eitt felag, sum í friði og náðum kann hugna um sínar limir, sigur formaðurin í Antares.

Hann takkar limunum – harav fleiri hava verið við frá byrjan - fyri tíðina, sum farin er, og fyri gott samstarv og góðan felagsskap, og vónar, at felagnum verður lív lagað í minst 10 góð ár aftrat.

10-ára hald í Nólsoy

Í sambandi við at Antares er 10 ár skipar felagið fyri stórum tiltaki í Nólsoy leygardagin 21. juni fyri limum, makum og børnum.

Farið verður av Bursatanga kl. 12.30, og í Nólsoy taka sjórænarin og kongsdóttirin ímóti. Síðani verður ævintýraferð/skattajakt fyri børn og barnsligar sálir.

Aftaná bjóðar kongsdóttirin luttakarunum í føðingardag. Vafflur verða at fáa á Kunningarstovuni.

Eisini verður skipað fyri gongutúri suður í Dalar, og frá Dølum niðan í Skip og heim aftur. Á vegnum verður høvi at hoyra søgur og sagnir úr Nólsoy um t.d. sjórænarar, kongsdóttrina, neytakonur, tarvar, stórhval, roysningar, fornar deyðadómar osfr.

Um 16-tíðina verða luttakararnir býttir í bólkar, sum síðani upp á skift fara at vitja hjá fuglaútstapparanum Jens-Kjeld, gomlu Brunn-húsunum, Ova-savninum og hjá einum, ið hevur gjørt mong modellskip.

Klokkan 19.30 verður borðhald í Royndarhúsinum, og klokkan 22.15 verður farið aftur til Havnar.

Boðast skal frá luttøku við telduposti til karlot@kallnet.fo  við cc til sonny@antares.fo. Har fæst eisini nærri at vita um kostnað o.a.

Í nevndini í Antares sita Dánjal Jákup Meinertsson, formaður, Karlot Hergeirsson, næstformaður, Herluf Vang, kassameistari, Bárður Laksáfoss, 2. kassameistari, Martin Sonny Frederiksen, skrivari, røkil og fyriskipari, Magni Skaale, 2. skrivari, Jónhard Petersen, nevndarlimur, og Bjarki Fjørdal, nevndarlimur.