Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

APROPOS SKRIVIFRÆLSI og DRÁPINI Í PARIS:

9. januar: Henda dag í 1890 var tað djarva engageraða satiru-skaldið og journalisturin KURT TUCHOLSKY føddur í Lübecker Strasse í býarpartinum Moabit í Berlin. Hann fyllir altso 125 ár í dag. Hann búði eitt skifti í tí TÁ týska býnum Stettin, har pápi hansara var ein múgvandi bankamaður, men familjan flytti aftur til Berlin í 1899. 

Nøkur fá ár seinni doyði pápin, og Kurt arvaði so mikið nógv eftir pápan, at hann gjørdist fíggjarliga óheftur. Tað gav honum lestrar-møguleikar. Hann kom á Kønigliches Wilhelm Gymnasium, haðani hann tók studentsprógv 1907. Honum dámdi væl at skriva, og longu í gymnasiuárunum skrivaði hann frekar og sarkastiskar skemtistubbar um bæði militerið, ta politisku stjórnina og sjálvan Wilhelm Keisaran í studentabløðum. Skúlastjórin og leiðslan vóru so mikið liberal, at sjálvt grov satira slapp undan censuri, so tað andiliga klimaið var ikki so intolerant, sum tað ofta verður sagt um tað militaristiska Keisararíkið.

Tey fyrstu universitetsárini las Tucholsky jura, men hann fekk so við og við meira áhuga fyri litteraturi, sum hann las afturvið jura-lesnaðinum. Hann gjørdi seg lidnan við jura, men fór ongantíð upp til Juridische Prüfung, sum kravdist fyri at fáa rættin til advokat-praksis í Týsklandi.

Tað journalistiska arbeiðið var blivið so umfatandi, at tað kravdi alla hansara tíð. - Hann skrivaði til eitt ótal av bløðum og tíðarritum. Harumframt virkaði hann sum skribentur og instruktørur á alskyns sjónleikum, revyum og kabarettum. Hann var kompromisleysur í stríðnum móti øllum censuri og kravdi víttgangandi skrivi- og talufrælsi aum forútsetningi fyri eitthvørt demokrati. Øll við serligari áskoðan, fundamentalistiskari tankagongd ella sjálvgóðum atburði mugu tola, at hini flenna at teimum!

Fyri ikki at troytta lesararnar for nógv við Tucholsky-navninum, skrivaði hann ofta undir pseudonymum (dulnevnum), og hann var leingi ein av teimum mest arbeiðssomu og lisnu skribentunum í øllum Europa. Hann var vinmaður við Frans Kafka, stuðlaði honum og vitjaði hann privat í Prag.

Hann var fyrst íðin og liberalur limur av tí týska javnaðarflokkinum SPD, og í 1911 luttók hann aktivt í valg-agitatiónini fyri SPD, men seinni gjørdist hann meira vinstra-radikalur og solidariseraði seg eftirhondini mest við KPD, tí týska kommunistaflokkinum. Í 1915 varð hann innkallaður til militertænastu á Eysturfrontinum, og har fekk hann vaml fyri bæði militeri og allari nationalismu. Hann gjørdist gløðandi pacifistur, kosmopolittur og antimilitaristur. Í 1918 bleiv hann stjóri á skemtiblaðnum "ULK", sum var dagdvølju- og viðskerablað hjá tí liberala blaðnum "BERLINER TAGEBLATT".

Við bítandi sarkasmu spottar hann fyrst og fremst teir nationalistisku revanchistarnar, religiøsar fundamentalistar og tað konservativa militerið, men hann herjar eisini á alt annað fordummilsi í tí stívrenda borgarliga gerandisdegnum. 

Hann skrivaði tó ikki bara politiska satiru. Hann hevur sociala indignatión og stóra empati fyri fólki í smáum korum, sum blivu hundsaði av arrogantum stórborgarum; - hansara kabarett-tekstir, sum vórðu nógv spældar undir Weimar-republikkini, skuldu vera ótrúliga undirhaldandi, men tað kravdi stóran málkunnleika hjá útlendingum, tí orðaspælið og komikkurin var so bundin til tað týska málið og serliga Berlinar-dialektina, at sumt slett ikki kundi umsetast, uttan at pointið fór fyri skeyti. ´- "VERÐIN RÓPAR EFTIR SATIRU", helt hann ofta fyri, og tað var hansara motto.

Allur politiskur yvirgangur og øll makt avmaktast av satiru - grundarlagið viknar, tá ið fólk flenna at politiskum ella religiøsum høvuðkambum ! Tucholsky skrivaði tó ikki bara politiska satiru. 

T.d. hevur hann skrivað ta stuttligu bókina "Ein Bilderbuch fur Verliebte", sum er umsett til fleiri mál. Hann gjørdi ofta gjøldur burtur úr hjúnabandinum, sum hann helt vera eitt socialt og andiligt fongsul. Slíkir tankar hóvaðu ikki tí høgraorienteraða bourgeoisiinum og serliga ikki nazistunum.

Hann ógvaðist við tann nazisriska retorikkin í tjúgunum og var ofta í Paris og krokaði undan tí nationalistiska fordummilsinum.

Nazistarnir hataðu Tucholsky verri enn nakað annað listarfólk, og hann fekk tí tann "heiður", at allar hansara bøkur vórðu brendar á báli við ta ræðuligu autodaféina 1933 á Bebel Platz við Unter den linden-gøtuna í Berlin. Hann flýddi sama árið til Svøríkis, og stutt eftir tóku nazistarnir tað týska statsborgarskapið frá honum. 

Hann var føddur sum jødi, men paradoksalt nokk var hann ikki dámdur av ortodoksum jødum, sum roknaðu hann fyri at vera ein antisemittiskan fígginda, tí sum progressivur kommunistur og religiøst fráfallin jødi stríddist hann móti allari fanatismu og allari trúgv, eisini jødadóminum, sum hann helt vera reaktioneran, intolerantan og óhóskandi í einum modernaðum samfelagi. Hann er citeraður fyri nógv fyndorð (aforismur), sum t.d.:

"Der Vorteil der Klugheit besteht darin, dass man sich dumm stellen kann. Das Gegenteil ist schon schwieriger". 

"Erfahrungen vererben sich nicht - jeder muss sie allein machen."

Hann gjørdist til endan ein vónsorlaður maður og treivst ikki væl í útlegd. Árið 1935 beindi hann fyri sær sjálvum í Mariefred í Sødermanland, har hann liggur grivin. Seriøsir journalistar og serliga kommunistar úr øllum européiskum londum valfarta hagar fyri at fagna teirra stóru fyrimynd.

Í sambandi við rokið í 1913 beint undan Fyrsta Verðinskríggi helt hann skemtiliga fyri, at "hann vildi heldur vera kujón í fimm minuttir, enn deyður restina av lívinum"!

Í hesum døgum, meðan Paris bløðir, eiga vit við takksemi og virðing at minnast Tucholsky , sum manniliga stríddist fyri kompromisleysum talu- og skrivifrælsi.

Virgar Tórarson Dalsgaard