Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Árabáturin, smálomb og sjógæti á frímerkir

Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, sum mynda ávikavist føroyska árabátin, smálomb og sjógæti.

Føroyski báturin

Hin føroyski árabáturin hevur helst sín uppruna í smábátum hjá landnámsmonnunum. Føroyski árabáturin er sagdur at vera tað ítasta, hitt føroyska handverkið hevur skapað, og hevur hann sítt pláss ímillum teir vakrastu og mest fullkomnu bátar í heiminum. Frímerkjaarkið við níggju frímerkjum vísir sjálvan árabátin umframt lutir, sum verða brúktir umborð. Edward Fuglø hevur teknað.

Smálomb

Seinast í apríl, umleið flaggdagin, er tað so, at mætasta og mest virðismetta várteknið vísir seg. Øll, stór sum smá, gleða seg til hendingina. Vit kveita langtandi niðan í bøin, serliga har vit vita, at tey fyrstu plaga at koma.

Og so brádliga stendur tað har – ársins fyrsta smálamb. Ein evarska lítil og ullint vera við stórum eygum og oyrum – og sum djórabørn flest, ótrúliga fitt at síggja til. Myndina hevur Marita Gulklett tikið. Frímerkið hevur virðið 12,50 kr.

Sjógæti

Tað er ein sannroynd, at allur fiskur og skeljamatur úr Norðurhøvum er sera vælsmakkandi og heilsugóður. Okkara streymviðurskifti, hitalag og gróður í okkara maritimu floru og faunu geva optimalar vakstrarumstøður. Altjóða rákið innan gastronomi, har størri og størri dentur verður lagdur á uppruna føðivørur, ger seg nú eisini galdandi á okkara leiðum. Tey fýra frímerkini vísa taskukrabba, tannkrabba, rækju og hummara. Astrid Andreasen hevur teknað.

Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo