Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðarafjøldin slept uppá fjall

Teir sokallaðu arbeiðaraflokkarnir, Tjóðveldi, og Javnaðarflokkurin, hava definitivt slept arbeiðarafjøldini uppá fjall. Tjóðveldi er í dag ein høgraflokkur, og Javnaðarflokkurin er eisini trýstur inn á miðjuna av fólkaflokkinum.

Tað er tíðuligt, at baklandið hjá Javnaðarflokkinum hvørki tolir samstarv við Tjóðveldi ella Fólkaflokkin, men at politiska leiðslan er smittað av borgarligu basilluni, og megnar ikki at halda fingrarnar vekk frá hesum flokkum. Tjóðveldi klárar heldur ikki at halda fingrarnar vekk frá fólkaflokkinum, tó at hann trongir til avrúsing.

Leiðslan í Javnaðarflokkinum tók fullveldismannin, Sjúrð Skaale, og bar hann í Fólkatingið. Fyri at samríkjaveljarin hjá javnaðarflokkinum, kundi slúka kamelin, billaði leiðslan veljarunum inn, at hesin kom ikki at gera nakrar skreytir.

Í dag situr hesin politiski Troyanski hesturin í Fólkatinginum uppá atkvøðurnar hjá hesum somu samríkjaveljarum í Javnaðarflokkinum. Tað fer ikki órevsað aftur við borðinum á løgtingsvalinum.

Dan Klein, blaðstjóri