Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðið at gera Suðuroyar Ítróttardepil er byrjað

Hóast veðrið ikki var av tí besta, so var kortini hópur av fólki komin saman vesturi í Stópunum í Trongisvági , tá arbeiðið at gera nýggjan fótbóltsvølli byrjaði tórsdagin 17. November.

Stórar maskinurnar hjá Articon stóðu klárar, tá Oddur Dimon, formaður í Suðuroyar Ítróttardepli, umleið kl. 13:00 bjóðaði vælkomin og gav orðið til varaborgarstjóran á Tvøroyri, Malla Dam.

Sverri Midjord, fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri og fyrrverandi formaður í Tvøroyrar Bóltfelag, fekk stutta aftaná heiðurin at loysa fyrsta flagið, og endaði ikki yvirraskandi við at fáa fjøldina at syngja TB-sangin.

Fyrsti partur av verkætlanini, ið nú er farin í gongd, fevnir um jørð- og lendisarbeiðið og er tað sum sagt Articon ið ger arbeiðið sambært sáttmála við Suðuroyar Ítróttardepil (SÍD).

Sí myndir her:

http://tvoroyri.smugmug.com/photos/swfpopup.mg?AlbumID=20137121&AlbumKey=TBQr6x 

Kelda. www.tvoroyri.fo