Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar Kommuna kann ikki standa og hyggja at, meðan møguleikarnir fyri menning sigla framvið

Tað er ongin sjálvfylgja, at okkara høvuðsstaður gerst eitt stað, har fólk og vinna trívist og mennist. 

Og nei, tað er heldur ongin sjálvfylgja, at okkara høvuðsstaður eisini gerst eitt altjóða trekkplástur fyri vinnuligt virksemi, tiltøk, ráðstevnur og vitjanir av ymiskum slag.

Tí ber heilt einfalt ikki til at seta seg afturá og bara lata standa til, og annars bara síggja fyri sær vandar og vanlukkur, tá arbeiðast skal við framburði.

Býráðssamtyktin, hóskvøldið 4. august 2016, um at útbyggja Tórshavnar Havn fyri 465 mió. kr., er ein liður í at tryggja vinnuligan framburð og menning langt inn í framtíðina. 

Fíggingin av íløguni er eisini væl viðgjørd - og ongi fíggjarlig óráð eru tikin. Lántøkan hjá Tórshavnar Havn verður umleið 300 mió. kr. og restin verður fíggjað yvir gjaldførið. 

Verkætlanin ella íløgan í havnaútbyggingina er ein liður í at menna verandi og nýggj arbeiðspláss, og skapa inntøkur. 

Vit vilja hava fólkavøkstur, men tað gerst bara við at skapa kappingarførar vinnukarmar og møguleikar, sum skapa arbeiðspláss og búskaparvøkstur.

Trygg og spennandi arbeiðspláss í kommununi eru allar fyrsta treytin fyri, at fólk vilja festa búgv og kunnu trívast og mennast. 

Høvuðsstaðurin má til eina og hvørja tíð verða kappingarførur. 

Við hesari havnaútbygging verða uppaftur betri møguleikar at víðka um maritima virksemið, ferðavinnuvirksemið o.a., og harvið menna verandi og nýggj arbeiðspláss.

Framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað gerð framburður ikki.

Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin