Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arbeiðsumhvørvi og fakligheit á breddan

Eftir fakfagnaðin hósdagin 19. februar skipar Føroya Pedagogfelag fyri almennum fundi á Hotel Føroyum, har nýggj strongd- og trivnaðarkanning verður løgd fram, og aftaná heldur danski løgfrøðingurin og arbeiðsumhvørviskonsulenturin Tine Maj Holm fyrilestur um arbeiðsumhvørvi og fakligheit.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen

Eitt gott arbeiðsumhvørvi hevur stóran týdning í arbeiðslívinum og privatlívinum hjá øllum, eisini námsfrøðingum, ásannar Pedagogfelagið, og hóskvøldið eftir fakfagnaðin, sum er um dagin, er Hotel Føroyar karmur um ein almennan fund um strongd, arbeiðsumhvørvi og fakligheit. 

Á fundinum, sum byrjar hóskvøldið klokkan 19 og ætlast at enda klokkan 21, fer Niclas Heri Jákupsson frá fyritøkuni Fegin fyrst at leggja fram úrslitini av strongd- og trivnaðarkanningini, sum fyritøkan hevur gjørt fyri Pedagogfelagið, og har limir felagsins hava svarað spurningum.

Síðani fer danski løgfrøðingurin Tine Maj Holm, ið arbeiðir sum arbeiðsumvhørviskonsulentur hjá danska Socialpædagogernes Landsforbund, at halda fyrilestur við heitinum “Arbeiðsumhvørvi og fakligheit”.

Aftaná verður høvi at seta spurningar og kjakast um bæði trivnaðarkanningina og fyrilesturin. Føroya Pedagogfelag leggur dent á, at fundurin hóskvøldið er opin fyri øll og vónar dygga undirtøku.